

Reiley til Havnar at syngja í summar
Hann verður við á OY Voxbotn seinast í juni
Áki Bertholdsen
1. juni 2023 kl. 23:19
Tað er nú greitt, at ungi havnarmaðurin, Reiley, sum sang á Eurovision herfyri, eisini verður at hoyra í Vágsbotni í summar.
Reiley, sum eitur Rani Petersen, ein av teimum størstu stjørnunum á sosialu miðlum.
– Við sær hevur hann ein gandakendan og litfagran heim, har vit við euforiskum løgum sleppa við, á eina glitrandi ferð millum stjørnur og mánar, siga fyrireikararnir.
Hann ferðast kring allan heim og arbeiðir saman við teimum størstu í altjóða tónleikavinnuni. Nú kemur hann aftur til Føroyar - á pallin, mitt í býnum í Havn.