Reisa minnisstein yvir merkiskvinnu í Hovi

  Tað er ein minnissteinur sum verður reistur nú tað eru 100 ár síðani hon andaðist

Nú verður minnissteinur reistur yvir merkisskvinnuna, Trinu í Meiðlendi
Áki Bertholdsen
8. juli 2024 kl. 22:32

Seinnapartin leygardagin, tað er 13. juli, verður ein minnissteinur avdúkaður í Hovi. Tað er ein minnissteinur um merkiskvinnuna, Sunneva Katrina Luid, vanliga nevnd Trina í Meiðlendi. 

Í ár eru tað 100 ár síðani hon andaðist og hetta høvi brúka nøkur ættfólk hennara nú til at reisa henni ein minnisstein. 

Trina var heimadoktari og hon var víðakend fyri at lekja fólk. Hon ferðaðist um alla Suðroynna at hjálpa fólki og tað vóru heldur ikki so fá, sum komu aðrastaðni frá at leita sær hjálp frá Trinu. Tað eru nógvar søgur um, at hon lekti fólk, sum annars høvdu verið undir læknahond, men til fánýtis.

Ein onnur grund til hetta stigið at reisa henni ein minnisstein, er at savna saman tilfar um hana og hennara kynstur, soleiðis at henda vitanin, sum annars er um at fara í gloymskuna, kann varðveitast. 

Tiltakið verður leygardag klokkan 14 uttan fyri savnið á Mýri. Aftaná at steinurin er avdúkaður, bjóðar Hovs kommuna ein drekkamunn í skúlanum. Tað eru Hovs Kommuna og Lions í Suðuroy, sum hava stuðlað verkætlanini.