Rentan hækkar enn einaferð

Danski tjóðbankin boðaði seinnapartin frá, at rentan hækkar 0,25 %

Jóannes Hansen
14. september 2023 kl. 17:51

Tað hevur verið stutt millum tíðindi av hesum slagnum, og nú vera tey aftur borin fram á torg:

Danski tjóðbankin boðar seinnapartin frá, at rentan nú verður hækkað 0,25 %. Grundgevingin er tann sama, sum hon hevur verið allar tær níggju ferðirnar, tá ið rentan seinastu mánaðirnar er hækkað. Tað snýr seg um at fáa bilbukt við prísvøkstrinum ella inflatiónini. Rentuhækkingin kemur ikki óvæntað á. Tjóðbankin fylgri europeiska miðbankanum, sum fyrr í dag boðaði frá enn eini rentuhækking. Tað ger tjóðbankin, tí danska krónan er bundin at evruni.

Føroyskir peningastovnar fylgja danska tjóðbankanum, og tí fer tað neyvan at ganga long tíð, áðrenn boðað fer at verða frá hækkingum í Føroyum.