Ringasta vínár í 62 ár

Ógvisligt veður var atvoldin til, at 2023 var ringasta árið fyri altjóða vínframleiðslu síðani 1961.

Rúni Korsgaard
27. apríl 2024 kl. 13:47

Hetta vísir frágreiðing hjá altjóða vínfelagsskapinum OIV á.

Tað var serliga, at frostur hetta árið kom óvanliga árla, ógvisligt avfall og nógvur turkur, ið elvdi til ússaligu úrtøkuna av víni. Hetta var niðurstøðan hjá OIV, sum eisini kom til, at altjóða vínmarkirnar vóru meira plágaðar av soppavøkstri enn vanligt.

Meðan Frakland var sum so einasta víntjóð, sum økti um vínmongdir sínar, stóð ringast til í Suðurevropa, har Italia og Spania virkaðu ávikavist 23 % og 21 % minni vín.

Frakland er enn tað land í heiminum, sum virkar mest vín. Hini nýggju londini eru Italia, Spania, USA, Kili, Avstralia, Suðurafrika, Argentina, Týskland og Portugal.