Rishi Sunak verður nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi

Konservativi flokkurin váttar, at Rishi Sunak vann formansvali í flokkinum. Harvið gert hann nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi

(Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
24. oktober 2022 kl. 14:35

Konservativi flokkurin váttar, at Rishi Sunak vann formansvali í flokkinum. Harvið gert hann nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi.

Rishi Sunak var tann einasti, sum megnaði at fáa neyðuga stuðulin frá 100 konservativum limum í Undirhúsinum, sigur Graham Brady, leiðari av 1922-nevndini, ið stóð fyri valinum.

Tað eydnaðist ikki einasta mótvalevninum hjá Rishi Sunak, Penny Mordaunt, at savna sær teir neyðugu 100 stuðlarnar, tískil valdi hon at trekkja seg. Hon hevur alment boðað frá, at hon nú stuðlar Rishi Sunak.

Tann fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin hjá Boris Johnson, hevur leingi verið sæddur sum ein av teimum mest lovandi politikkarunum í Konservativa flokkinum.

Hann er 42 ára gamal og av indiskari ætt. Hann hevur sitið í tinginum síðan 2015, og hevur lisið politikk og heimsspeki á Oxford og í Stanford.

Eftir ætlan skal nývaldi formaðurin í Konservativa flokkinum halda røðu klokkan 14:30.