Ritt er deyð

Markanti danski politikarin andaðist í dag 81 ára gomul

Jóannes Hansen
21. januar 2023 kl. 23:46

Danska tíðindastovan Ritzau veit í kvøld at siga frá teimum avvarðandi, at Ritt Bjerregaard er deyð. Hon var 81 ára gomul, nú hon eftir at hava verið plágað at krabba í fleiri ár, legði árarnar inn.

Ritt Bjerregaard varð varld í fólkatingið í 1971 og í mong ár var hon millum kendastu og í orðaskiftum hvassastu donsku politikararnar. Hon dugdi væl at seta dagsskránna, og tað bar við sær, at hon ofta var í miðdeplinum og umstrídd. Hon var vald í fólkatingi, og í 1973 varð hon ráðharri í undirvísingarmálum. Tá var hon yngsti kvinnuligi ráðharrin í Danmark nakrantíð.

Stórt rumbul var, tá ið Ekstra Bladet vildi vera við, at hon hevði búð á ov fínum gistingarhúsi í París, og tað bar við sær, at Anker Jørgensen kendi seg kroystan at siga hana úr stjórnini. Seinni var hon almannaráðharri og landbúnaðarráðharri, og hon var formaður í fólkatingsbólkinum hjá sosialdemokratunum, meðan Svend Auken var politiskur framsøgumaður og seinni formaður í flokkinum.

Vátt kom í reiðrið teirra millum, tá ið Ritt stuðlaði Poul Nyrup Rasmussen, sum bjóðaði av og vann formanssessin frá Svend Auken. Ritt Bjerregaard duldi ikki, at hon hevði ambitiónir um at vera uttanríkisráðharri og forsætisráðharri, men tað eydnaðist ikki. Hon varð danskur ES kommiserur í umhvørvismálum, og í 2004 varð hon vald at vera borgarstjóri í Keypmannahavn. Í tí sessinum sat hon fram til 2010.

Síðani hon fór úr politikki hevur hon givið fleiri bøkur út við endurminningum, og so hevur hon verið rættiliga virkin í orðaskiftum og eisini verið viðmerkjari millum annað í sjónvarpsrásini TV2News.

Ritt Bjerregaard bakkaði ikki fyri at siga sína meining, og hon var ofta í hvøssum orðaskiftum við eitt nú toppin í sínum egna flokki, við pressuna og ikki minst við politisku elituna í síni heild, sum hon segði vera alt ov domineraða av mannfólkum. Hesin veruleikin, segði hon ofta var orsøkin til, at tað ikki eydnaðist henni at verða formaður í flokkinum og harvið sjálvskrivað boð at vera forsætisráðharri.

Ritt Bjerregaard, sum upprunaliga var læraralærd, var ættað av Vesturbrúgv í Keypmannahavn. Seinastu árini har hevur saman við manninum Søren Mørch, sum er søgufrøðingur, búð á Eysturbrúgv. Tey búðu í nógv ár á Fyn, har hon var vald í fólkatingið.