Róðrargrunnur Føroya stuðlar sjey nýggjum bátum

Stýrið fyri Róðrargrunn Føroya hevur gjørt av at lata seks feløgum stuðul at smíða sjey kappróðrarbátar. Seks bátar fáa 14.000 krónur í stuðli hvør, meðan ein bátur fær 18.000 krónur

(Mynd: Wikimedia Commons)
Tíðindaskriv
14. juni 2022 kl. 09:00

Grunnurin hevði í ár 102.000 krónur at luta út í. Ein umsókn varð ikki gingin á møti, tí báturin var liðugt smíðaður og latin kappróðrarfelagnum fyri 25. apríl 2022.

Feløgini, sum hava fingið játtað stuðul hesaferð, eru:

  1. Kappróðrarfelagið Tindur, 5-mannafar og 6-mannafar 

  2. Strálan, 6-mannafar

  3. Róðrarfelagið Knørrur, 6-mannafar 

  4. ÍF kappróður, 6-mannafar

  5. Kappróðrarfelagið NSÍ, 6-mannafar

  6. Sørvágs Róðrarfelag, 8-mannafar. 

Stuðulin verður latin, tá kjølurin er strektur, og er hann ikki strektur í seinasta lagi 25. apríl 2023, fellur stuðulin aftur til grunnin.

Áhugin fyri at smíða kappróðrarbátar er stórur, og stuðulsupphæddirnar, sum latnar verða í ár, eru tær minstu, síðan Róðrargrunnur Føroya varð endurreistur í 2018, tí fleiri og fleiri eru um boðið.

Virksemið hjá grunninum í 2023 er treytað av, at løgtingið aftur játtar grunninum pening á fíggjarlógini í heyst.

Róðrargrunnur Føroya