Rói Clementsen stjóri í KBI samtakinum

Rói Clementsen, sum hevur starvast sum sølustjóri í KBI, tekur nú við sum stjóri í felagnum

Steinar Patursson
21. november 2022 kl. 11:37

KBI boðar í dag frá, at tað verður Rói Clementsen, ið tekur við sum stjóri í KBI samtakinum.

KBI, felagið hjá Karl Birgir Isaksen, sála, umfatar fyritøkurnar KBI, Polar, Solberg og Tín Lásasmiðjur.

Rói Clementsen hevur starvast í fyritøkuni í fleiri, og seinastu tvey árini hevur hann verið sølustjóri.

- Eg fari saman við øllum okkara fantastisku starvsfólkum at reka fyritøkuna víðari í sama anda, sum hon higartil er rikin av Karl Birgir, sála. Vit fara framvegis at  veita eina sera góða tænastu og eitt breitt úrval av vørum til føroyska vinnulívið. Vit hava stórar ætlanir fyri framtíðina, sum verða settar í verk komandi ár, sigur Rói Clementsen.