Røkke flytir til Sveis

Norski ríkmaðurin Kjell Inge Røkke flytir til Sveis. Skattaserfrøðingur sigur við norska kringvarpið, at tað týðir á at hann vil sleppa undan at gjalda skatt í Norra

Ein av ríkastu monnum í Norra, Kjell Inge Røkke, flytir nú til Sveis. Serfrøðingur heldur, at hann ger hetta fyri at sleppa undan at gjalda skatt í Norra (Mynd: Akerenergy.no)
Helgi Hoydal
12. september 2022 kl. 16:35

Kjell Inge Røkke, sum verður roknaður sum ein av ríkastu persónunum í Norra flytir úr heimlandinum til Lugano í Sveis. Tað skrivar NRK mánadagin.

Fráboðanin um flyting hevur við sær gitingar um orsøkir. Fleiri meta at tað er fyri at sleppa undan at gjalda skatt í Norra.

- Um hann býr uttanlands í fimm ár, sleppur hann so at siga undan at gjalda skatt av ognum sínum í Norra, sigur Guttorm Schjelderup, norskur skattaserfrøðingur við NRK.

Ein annar skattaserfrøðingur kallar tað eitt álop á ognarskattin í Norra.

- Øll sum arbeiða í fíggjarheiminum og skatti, hugsa at Røkke flytir orsakað av ognarskattinum, hóast hann sigur at veðrið er gott, og Lugano liggur væl fyri, sigur Ole Gjems-Onstad, professari í skattarætti, við NRK.

Hevði áhugamál í Føroyum
Kjell Inge Røkke, átti ígjøgnum felagið Aker Biomarine, ein triðjing í verksmiðjutrolaranum Atlantic Navigator. Í 2007 steðgaði hann samstavinum við reiðaríið JFK sum saman við Røkke áttu P/F Næraberg. Umborð á Atlantic Navigator vóru umleið 200 arbeiðspláss, og fiskaði svartkjaft sum varð virkaður umborð. Skipið siglir í dag undir russiskum flaggi.

Vísir aftur gitingar um skattaskjól
Røkke sigur sjálvur, at Lugano hvørki er tað bíligasta staðið at búgva, og tað er heldur ikki har hann skal gjalda minst í skatti. Hann fer í framtíðini at brúka meira orku til vælgerðandi endamál.

- Ein natúrligur partur av at eg flyti, er at eg umhugsi at gevast í nevndunum í ymsum av fyritøkunum har eg siti, sigur hann.

Politikarar á ymsum máli
Kjell Inge Røkke fær rós frá Alfred Bjølo úr flokkinum Venstre. Hann sigur at norðmenn eiga at takka Røkke fyri tey túsindavís av arbeiðsplássum hann hevur skapt í Norra. Hann sigur at hetta er ein avleiðing av tí politikki sum verður førdur.

- Við eini samgongu sum hækkar ognarskattin, og ikki arbeiðir fyri vinnuni, er tað sjálvsagt, at fólk í vinnuni ikki verða verðandi, sigur hann.

Næstformaður í Sosialistisk Venstreparti, Torgeir Knag Fylkesnes, sigur at hetta er eitt klárt tekin um at ein flytingarskattur er eitt gott hugskot. Hann stúrir fyri at fleiri fara sama veg.

- Eg eri bangin fyri at fleiri av teimum ríkastu fara at flyta, inntil vit fáa ein fráflytingarskatt. Nú má samgongan taka ábyrgd, sigur Knag Fylkesnes við NRK.