Ronaldo er í stórformi

39-ára gamli áleyparin skeyt hattrick annan dystin á rað

Fríðmundur Nattestad
4. apríl 2024 kl. 09:51

Yvir eitt ár er liðið síðani vit seinast sóu Cristiano Ronaldo í evropeiskum liðfótbólti. Tá umboðaði hann Manchester United. Í dag slítur hann gaggurnar í saudiarabiska felagnum Al-Nassr.

Hóast støðið í saudiarabiskum fótbólti er nógv lægri enn í t.d. Premier League, so er Ronaldo í stórformi. Fyrradagin skeyt hann hattrick annan dystin á rað, har tvey av málunum vóru beinleiðis fríspørk.

Ronaldo, sum í dag er vorðin 39 ára gamal, hevur í hesum kappingarárinum skotið 29 mál í 24 dystum í saudiarabisku Pro League.

Spennandi verður at vita, um Ronaldo megnar at halda hendan málformin koyrandi, tá hann í summar allarhelst verður við í portugisiska hópinum, til EM í Týsklandi.