Ronaldo møguliga ávegis til evropeiskt topplið

39-ára gamli málslúkurin verður møguliga aftur at síggja í evropeiskum fótbólti

Fríðmundur Nattestad
15. mai 2024 kl. 18:00

Cristiano Ronaldo skifti í januar 2023 frá Manchester United til Al Nassr í Saudiarabia. Hóast støðið í Saudiarbia er væl lægri, enn tað er í bestu deildunum í Evropa, so hevur Ronaldo skotið 48 mál í 47 dystum í hesum kappingarárinum.

Nú vilja leysasøgur vera við, at Ronaldo møguliga er á veg aftur til evropeiskan toppfótbólt. Sambært miðlinum SportBible, er nýggja meistaraliðið í Týsklandi, Bayer Leverkusen, áhugað í portugisisku superstjørnuni.

Leverkusen skal luttaka í Champions League komandi kappingarár, og her heldur venjarin, Xabi Alonso, sum er fyrrverandi liðfelagi við Ronaldo, eftir øllum at døma, at Ronaldo kann gera mun hjá týsku meistarunum.

Ronaldo hevur málmetið í Champions League, við heili 141 málum.

Um skiftið gerst veruleiki, verður tað uttan iva eitt av mest umrøddu leikaraskiftunum í summar.