Ronaldo: United hava svikið meg

Tann portugisiska heimsstjørnan Cristiano Ronaldo finst hvassliga at Manchester United í samrøðu við bretska journalistin Piers Morgan

(Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
14. november 2022 kl. 12:17

- Eg kenni meg sviknan. Eg eri líkaglaður við, at eg ikki átti at sagt tað, tí fólk skulu hoyra sannleikan, sigur Cristiano Ronaldo í samrøðu við bretska journalistin Piers Morgan í sendingini hjá honum Piers Morgan Uncensored.

- Manchester United royndi at trýsta meg úr felagnum. Ikki bert venjarin, men eisini fólkini rundanum felagið.

- Eg føli, at summi fólk ikki vilja hava meg í Manchester United. Ikki bara hetta kappingarárið, men eisini í fjør, sigur 37 ára gamli Ronaldo, sum kom aftur til felagið í síðsta summar.

Sambandið millum heimstjørnuna og felagið tykist nú at vera verri enn nakrantíð. Í samrøðuni kom Ronaldo eisini inn á venjaran Erik Ten Haag, sum kom til felagið í summar.

- Eg virðið hann ikki, tí hann vísir ikki virðing fyri mær. Hevur tú ikki virðing fyri mær, so fari eg ongantíð at hava virðing fyri tær, sigur Ronaldo.

Síðan Erik Ten Haag kom til felagið, hevur hann ikki verið fastur maður í byrjanaruppstillingini hjá felagnum. Higartil hevur portugisin bert verið í byrjanaruppstillingini hjá Manchester United í fýra Premier League dystum í ár.  

Í samrøðuni finst Ronaldo millum annað eisini at vantandi menningini í felagnum, undanfarna venjaran Ralf Rangnick og fyrrverandi liðfelagan Wayne Rooney.

Øll samrøðan verður víst á bretska TalkTV komandi mikudag og hósdag.