Roy Keane: Haaland er ein forkelaður lortungi

Hetta er ikki fyrstu ferð, at fyrrverandi Manchester United liðskiparin skýtur eftir norsku álopsstjørnuni hjá Manchester City

Fríðmundur Nattestad
6. mai 2024 kl. 12:00

Fyrrverandi Manchester United liðskiparin, Roy Keane, sum í dag er fótbóltsviðmerkjari í enskum sjónvarpi, dámdi onki, at norski áleyparin hjá Manchester City, Erling Haaland, vísti sína ónøgd, tá hann varð skiftur út í dystinum ímóti Wolverhampton leygardagin.

- Kropsmálið hjá Haaland, tá hann varð skiftur út, vísti ein mangul uppá liðanda, helt Roy Keane fyri, áðrenn hann kallaði norsku álopsstjørnuna fyri ein forkelaðan lortunga.

Roy Keane hevur fyrr verið eftir Haaland. Fyri nøkrum vikum síðani segði hann, at frammanfyri málinum er Haaland tann besti í heiminum, men at hansara generella spæl er á støði við ein leikara í League Two, sum er fjórðbesta deildini í Onglandi.

Í samrøðu við Viaplay bleiv Haaland spurdur um viðmerkingin hjá Keane motiverar hann. - Nei. Mær dámar ikki serliga væl mannin, so tað er okay, svaraði Haaland.

Erling Haaland skeyt annars fýra mál í dystinum ímóti Wolverhamption, áðrenn hann varð skiftur út, og er toppskjútti í Premier League við 25 málum.