Royna at lokka ella at hótta pengar burtur úr føroyskum fyritøkum

Vinnuhúsið heitir á allar fyritøkur um ikki at lata seg taka av fótum

Áki Bertholdsen
8. apríl 2024 kl. 12:50

Við jøvnum millumbilum hevur ein donsk fyritøka roynt at lokka føroyskar fyritøkur við einum seta góðum tilboði.

Men tá ið ein fær eitt serliga gott tilboð, eru allar orsøkir til at vera á varðhaldi, og tað er tað eisini í hesum føri.

Sostatt ávarar Vinnuhúsið nú føroyskar fyritøkur um ikki at lata seg lokka av hesi donsku fyritøkuni.

Talan er um eina danska fyritøku, sum roynir at lokka føroyskar fyritøkur, við tilboði um, at fáa ein ókeypis faldara.

Men hesin faldarin er als ikki ókeypis kortini - og nú hendan sama fyritøkan aftur er á herferð í Føroyum, brúkar Vinnuhúsið høvið til at ávara føroysk virki.

Útlendska fyritøkan, sum stendur fyri faldaranum, krevur nevniliga, at fyritøkan, sum fær tilboðið um ein ókeypis faldara, skal samstundis uppgeva ein lista við øllum sínum undirveitarum av ymsum slagi. 

Síðani fáa hesir undirveitarar so tilboðið um at lýsa í faldaranum og sostatt eru tað í roynd og veru teir, sum gjalda fyri faldaran. 

So tilsamans kostar faldari fleiri ferði so nógv sum hann hevði gjørt um so var, at ein fyritøka bara gjørdi faldaran sjálv

Hetta merkir, at sølufólkini hjá donsku fyritøkuni seta seg í samband við undirveitararnar hjá fyritøkuni, ið skal hava faldaran. Og tað gera tey enntá ið navninum á fyritøkuni, sum skal hava faldaran.

– Í fyrsturni er tónin vinaligur og eggjar til samstarv og stuðul, sigur Vinnuhúsið. 

– Men eydnast tað ikki, verður tónin hvassari og dømir hava verið um, at veitarar eru hóttir til at lýsa í faldaranum, bæði óbeinleiðis skrivliga og, beinleiðis munnliga.

Nú søgan endurtekur seg, skal felagið aftur minna samstarvspartar sínar um ikki at lata seg lokka av slíkum tilboðum, sigur Vinnuhúsið.