Royndi at trýsta føroyingar at rinda sær fleiri túsund krónur

Løgreglan ávarar fólk um at ansa betri eftir, hvat tey fáast við á internetinum

Áki Bertholdsen
11. apríl 2024 kl. 07:55

Tað er dagligur kostur, at fólk ringja til løgregluna at melda, at onkur hevur roynt at trýsta tey á internetinum til at senda teimum pengar.

Løgreglan sigur, at aftur í gjár ringdi ein maður til løgregluna at melda, at hann hevði verið fyri hóttanum á internetinum. Talan var um ein ungan mann, sum tó var yvir 18 ár.

Talan er um fremmandafólk, sum seta seg í sambandi við føroyingar. Oftast er talan um fremmandafólk, sum geva seg út fyri at vera ein kvinna, sum seta seg í samband við føroyskar menn. Tá ið tey hava samskift aftur og fram í eina tíð, endar tað við, at fremmandafólkið fær lokka føroyska mannin at senda sær eina meiri ella minni ónærisliga mynd.

Og tá fellur hamarin, tí so kemur hóttanin um, at rindar føroyski maðurin ikki eina upphædd, verður myndin almannakunngjørd á internetinum, ella hon verður send til vinfólkini hjá manninum.

Løgreglan sigur, at talan er um lutfalsliga stórar upphæddir, tí talan kann vera um alt frá nøkrum túsund krónum, upp í fleiri túsund krónur.

Í tilburðinum, sum var í gjárkvøldið varð føroyski maðurin kravdur eftir 7.000 krónum fyri at fáa myndina at hvørva.

Men hann vildi ikki rinda og meldaði ístaðin tilburðin til løgregluna.

Og tað gjørdi hann rætt í, tí løgreglan sigur, at fólk skulu undir ongum umstøðum geva eftir og rinda - Tað er eingin trygd fyri, at tey ikki vera kravd eftir meiri pengum, hava tey fyrst goldið ein ferð.

Men løgreglan heitir eisini staðiliga á fólk um at ansa væl eftir, hvat tey gera á internetinum, serliga tá ið fremmandafólk venda sær til tey. Tað ber rætt og sætt ikki til at vita, hvør tað í roynd og veru er, er, sum situr í hinum endanum og sum tey samskifta við.