Ruðuleiki í Russlandi - teldusníkar lumpaðu 100 hýruvognar

100 hýruvognar vóru sendir til júst somu adressu á sama tíðspunkt og foraðu ferðsluni í russiska høvuðstaðnum í tveir tímar

Hósdagin í síðstu viku eydnaðist tað Anonymous at hakka seg inná skipanina hjá størstu hýruvognsfyritøkuni í Moskva, Yandex Taxi. (Mynd: unsplash).
Kristian Waag Dam
7. september 2022 kl. 15:04

Í síðstu viku endaðu áleið 100 hýruvognar hjá størstu hýruvognsfyritøkuni í Moskva, Yandex Taxi, við at fara til ta somu adressuna á sama tíðspunkt. Hetta elvdi til ein rættuligan ferðslupropp í russiska høvuðsstaðnum.

Ikki heilt óvæntað hevur kendasti hakarabólkurin í heiminum Anonymous, sagt seg standa aftanfyri álopið. Anonymous hevur áður kunngjørt, at bólkurin førir talgilt kríggj móti Russlandi, eftir at russar gjørdu innrás í Ukraina. Tað hevur eisini eydnast bólkinum at leggja heimasíður hjá bæði russiskum sjónvarpsrásum og stjórnarráðum niður.

Á sosialum miðlum ber til at síggja sjónbond av ruðuleikanum, sum Anonymous elvdi til. Eitt nú á Reddit og Twitter ber til at síggja hesi sjónbond.

- Hýruvognsførararnir brúktu áleið 40 minuttir í ferðsluni orsakað av teimum følsku bíleggingunum, sigur ein talsmaður hjá hýruvognsfyritøkuni sambært bretska blaðnum The Telegraph. Á sosialum miðlum verður skrivað, at ferðslutøppurin á gøtuni Kutuzovsky Prospekt vardi í tveir tímar.

Yandex Taxi er ein hýruvognstænasta, sum hevur sama virkna sum Uber hevði í Danmark. Tað er russiska internetfyritøkan Yandex, ið eigur Yandex Taxi.