Ruskinnsavningin í Tórshavnar kommunu steðgar

Onki rusk verður savnað inn meðan verkfallið er

Fríðmundur Nattestad
14. mai 2024 kl. 09:00

Verkfallið hjá teimum fýra arbeiðarafeløgunum - Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag - byrjaði á midnátt.

Í hesum sambandi boðar Tórshavnar kommuna frá, at eingin ruskinnsavning er, meðan verkfallið er.