"Russiska lógin" samtykt í Georgia

Farið var til hendurs í georgiska tinginum í dag undan at lógin varð samtykt eftir at fólksligt mótmæli hevur verið í fleiri vikur.

Rúni Korsgaard
14. mai 2024 kl. 13:45

Tingið í Georgia samtykti í dag eina sovnevnda "russiska lóg", hetta hóast stórt fólksligt mótmæli, sum hevur staðið á í næstan ein mánað.

Soleiðis boðar Reuters frá.

Lógin forpliktar, at feløg, sum veitast omanfyri 20 % av fígging teirra úr útlandinum, skrásetast sum "fremmand umboð" ella sonevndir "fremmandir agentar".

Mett var, at lógaruppskotið fór at verða viðtikið í georgiska tinginum fyrrapartin í dag í triðju viðgerð. Men eftir harðligt kjak, var farið til hendurs í tjóðartinginum, har politikarar frá ríkisstjórnini og andstøðuni m.a. koyrdu undir hvønn annan og fóru at skotrast.

Atfinnarar av lógini ørkymlast um, at lógin er til fyri m.a. at vikna óheftar miðlar og miðlaflutning í Georgia.

Ein tílík lóg varð nevniliga samtykt í Russlandi í 2012, sum síðan hevur verið nýtt sum amboð at steingja atfinningarsamar miðlar og almannagagnligar NGO-felagsskapir. Sostatt er lógin doypt "russiska lógin".