Russiska trygdartænastan tók feil av SIM-kortum og telduspælinum “The Sims”

Russiska trygdartænastan verður løgd undir at hava roynt at pallseta eina ukrainska drápsroynd ímóti russiskum sjónvarpsverti, tá russiska samveldisløgreglan (FSB, red.) í gjár almannakunngjørdi myndir av lutum, ið hald vóru løgd á, har millum annað eintøk av telduspælinum “The Sims” allarhelst eru misstikin fyri SIM-kort til telefonir

Vladimir Putin og Vladimir Solovyov umframt myndir frá staðnum, har nýnasistisku lutirnir og trý The Sims 3 vórðu funnin
Sigurjón Einarsson
26. apríl 2022 kl. 16:34

Russiska trygdartænastan verður løgd undir fyri at hava roynt at pallseta eina ukrainska drápsroynd við at almannakunngera myndir av lutum, sum russiska samveldisløgreglan (FSB) hevði lagt hald á. Nú vilja serfrøðingar vera við, at russar hava misstikið telduspælið “The Sims” og SIM-kort til telefonir.

Russiska samveldisløgreglan legði myndirnar út í gjár og kunngjørdi samstundis, at løgreglan hevði handtikið seks nýnasistar, ið eftir øllum at døma høvdu ætlanir at drepa russiska sjónvarpsvertin Vladimir Solovyov í Moskva.  

Samveldisløgreglan vil vera við, at hon hevði fingið fatur á einari spreingibumbu, átta bensinbumbur, seks skammbyrsur, eina avsagaða byrsu, eina RGD-5-granat, meira enn túsund patrónir, rúsevni og følsk ukrainsk pass frá komandi leigudrápsmenninar umframt “nationalistiskar bókmentir og útgerð”.

Sambært russisku samveldisløgregluni, so var ætlanin hjá leigudrápsmonnunum at drepa russiska sjónvarpsmanninum við eini bilbumbu.

Myndir frá at síggja til staðnum, har menninir eru sagdir at vera handtiknir, vísa millum annað ymiskar nasistiskar lutir, har eitt nú ein reyð t-troyggja við einum hakakrossi á. Við síðuna av hesari t-troyggjuni liggja trý eintøk av telduspælinum “The Sims 3”.

– Hvør hevði trúð tí, at teir vóru so glaðir fyri at spæla “The Sims 3”, spyr BBC-tíðindamaðurin Francis Scarr heldur turrisliga á Twitter.

– Onkur embætismaður á hægsta stigi hevur allarhelst skrivað “trý SIM-kort”, og hesir gløggu trygdartænastumenninir hava gjørt eftir boðunum, svarar ein brúkari á Twitter.

 Eliot Higgins, ið er stovnari av kanningarbólkinum Bellingcat, sum seinastu árini hevur havt fokus á russisku fregnartænastuna og hernaðarlig átøk, er samdur.

– Eg haldi veruliga, at hetta er ein dummur FSB-yvirmaður, ið hevur fingið boð um at fáa fatur á trimum SIM-kortum, skrivar hann í einum twitter-boðum

Vladimir Solovyov, sum er sjónvarpsvertur á russisku sjónvarpsrásini, Russia-1, verður av vesturheiminum sæddur sum ein heitur talsmaður fyri russisku stjórnina í Kreml.

Her eru meira myndir frá "brotsgerðarstaðnum", sum bretski journalisturin Francis Scarr turrisliga nevnir fyri "The Ukrainian neo-Nazi starter pack", courtesy of the FSB.