Russiska virksemið í Føroyum verður munandi avmarkað

Men støða verður ikki tikin til fiskivinnusamstarvið fyrr enn í heyst

Áki Bertholdsen
1. juni 2023 kl. 10:24

Nú Russland leyp á Ukraina, hevur tað broytt okkara viðurskifti mótvegis Russlandi.

Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Samgongan hevur brúkt nógva tíð upp á at fáa greiði á, hvønn politikk, vit skulu hava mótvegis Russlandi, nú tey lupu á Ukraina.

Og í morgun hevur samgongan boða almenninginum frá, hvørji tiltøk verða sett í verk.

Hann sigur, at í hesum umfarið verður støða ikki tikin til fiskivinnusamstarvið við Russland næsta ár.

Hann sigur, at samgongan skal brúka summarið og heysti til at taka støðu til tað. 

Men hinvegin verður 

Bara kunnu umskipa ta veiði í Føroyum, sum tey fiska frá okkum. Tað eru 25 prosent av tí, tey plaga at umskipa. Russisk skip plaga at umskipa eini 400.000 tons í føroyskum havnum, men nú tað er avmarkað til bara at umfata fisk, tey fiska av føroysku kvotuni, er talan um eini 100,000 tons.

Tað merkir, at restina av árinum verða tað ikki meiri enn eini 12-13 russisk skip, sum verða at síggja í føroyskari havn restina av árinum. Grundin til at ikki øll russisk skip verða útihýst, er, at myndugleikarnar vilja hava tey, sum fiska av føroyskari kvotu, til lands fyri at hava eftirlit við fiskiskapinum.

Annars hevur tað vundið upp á seg, at russisk skip brúka føroyskar havnir, tí tey eru útihýst alla aðrastaðni um okkara leiðir. Og løgmaður ger greitt, at Føroyar skulu ikki vera ein russiskur miðdepil her í Norðuratlantshavi.

Tað merkir, at møguleikarnir hjá russarum at brúka føroyskar havnir, verður munandi avmarkað.

Eisini verða møguleikarnir hjá Russlandi at keypa vørur og tænastur munandi avmarkaðir. Tey kunnu proviantera og bunkra, skifta manning, men aðrar tænastur fáa tey ikki, uttan tá ið talan er um neyðstøður.

Høgni Hoydal sigur, at hetta er ein munandi avmarking í russiska virkseminum í Føroyum.