Russiski rubilin fellur á sítt lægsta støði í 16 mánaðir

Sambært Ritzau hevur russiska gjaldoyra mist umleið 25 prosent av sínum virði í ár

Ragnar Sjúrðarson
14. august 2023 kl. 13:21

Russiski rubilin er í dag fallin á sítt lægsta støði í 16 mánaðir.

Í løtuni skulu tað 100,35 rublar til fyri at keypa ein amerikanskan dollara, skrivar Financial Times sambært Ritzau.

Fallið á russiska gjaldoyranum hendur samstundis, sum tær russisku hernaðarligu útreiðslurnar til kríggið í Ukraina hækka. Eisini líður landið undir einum samanbroti í útflutingsinntøkum orsaka av krígnum. Revsitiltøkini hjá vesturheiminum móti Russlandi elva eisini til eitt dalandi gjaldoyravirði.

Sambært Ritzau hevur russiska gjaldoyra mist umleið 25 prosent av sínum virði í ár.