Russiskt hernaðarflogfar í donskum loftrúmi

Bæði Danmark og Svøríki sendu flogfør í luftina, tá eitt russiskt flogfar sást í bæði donskum og svenskum loftrúmi.

(Mynd: Svenska verjan)
Kristian Waag Dam
1. mai 2022 kl. 17:44

Eitt russiskt hernaðarflogfar fleyg fríggjakvøldið í bæði svenskum og donskum loftrúmi. Hernaðarflogfarið var skrásett tætt við donsku feriuoynna Bornholm. Russiska hernðarflogfari, ið talan er um, er av Antonov AN-30 slagnum. Hesum upplýsir Forsvarets Operationscenter fyri Ritzau. Svenska verjan hevur eisini váttað hendingina fyri svensku tíðindastovuni TT.

Sambært Forsvarets Operationscenter, so var russiska hernaðarflogfarið skrásett eystanfyri Bornholm og var eina lítla løtu ein kilometur innanfyri tað danska loftrúmi. Flogfarið var skrásett 0,8 míl, ið er beint omanfyri ein kilometur, innanfyri tað danska loftrúmi.

- Vit mugu ganga út frá, at hetta var tilvitað, soleiðis sigur Anders Puck Nielsen frá Verjuakademinum í samrøðu við TV2. Sambært honum, so er hetta nakað russar gera av og á. Bæði fyri at markera seg, men eisini fyri, at Danmark og onnur lond ikki skulu kenna seg alt ov trygg. Sambært Anders Puck Nielsen, so kunnu vit avgjørt rokna við, at hetta fer at henda aftur. Danmark stuðlar Ukraina í krígnum. Tískil er Russland forsynda inná Danmark.

Russiska hernaðarflogfarið í danska loftrúminum svaraði ikki boðum frá donsku myndugleikunum. Tískil máttu donsku jagaraflogførini, F-16, á flog. Stutt eftir at donsku jagaraflogførini fóru á flog, fleyg tað russiska hernaðarflogfarið úr danska loftrúminum og inn í tað svenska loftrúmi. Svenskarar gjørdust skjótt varugir við tann óbodna gestin. Talskvinnan hjá svensku verjuni, Theresa Fagerstedt, segði soleiðis við svensku tíðindastovuna TT:

- Vit sóu, at tað var á veg. Vit vóru skjótt uppi. Vit møttu teimum, og vit vóru har allatíðina.

Svensk jagaraflogfør fóru á flog og eygleiddu hendingina. Svenska jagaraflogfari megnaði enntá at taka myndir av russiska hernaðarflogfarinum í svenska loftrúminum. Theresa Fagerstedt meti, at Russland bert vildi vísa seg við einum hernaðarflogarið í svenskum loftrúminum. Annars hevði hon onga viðmerking um, hví eitt russiskt hernaðarflogfar var í svenskum loftrúmi. Síðan 2. mars hava fýra russisk flogfør flogið í svenskum loftrúmi.

Danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofoed, er alt annað enn nøgdur við støðuna. Hann hevur biðið um ein fund við russiska sendimannin, Vladimir Barbi, mánadagin. Hesum hevur Jeppe Kofoed boðað frá á Twitter.

Keldur: Ritzau og TV2