Russiskur tennisleikari skiftir tjóðskap

Í einari roynd at sleppa at luttaka á Wimbledon í ár, hevur russiska Natela Dzalamidze skift tjóðskap. Wimbledon hevur boðað frá, at russarar og hvítarussarar sleppa ikki at luttaka til kappingina í ár

Mynd: EPA
Steinar Patursson
20. juni 2022 kl. 11:30

Tennis leikarin Natela Dzalamidze skiftir nú russiska ríkisborgararættin út við georgiskan ríkisborgararætt.

Avgerðin hjá Dzalamidze verður tikin í kjalarvørrinum av avgerðini hjá Wimbledon at útihýsa russiskum og hvítarussiskum leikarum frá kappingini í ár.

Dzalamidze er rættiliga ókend innan einstaklingatennis, men í tvímanstennis er Dzalamidze í løtuni nummar 43 á WTA styrkilistanum.

 

Wimbledon tók fyrr í ár avgerð um, at allir russiskir og hvitarussiskir tennisleikarar skuldu útihýsast frá Wimbledon kappingini í ár. Avgerðin fall ikki í góða jørð hjá altjóða tennissamgongunum ATP og WTA, sum hóast at hava noktað russiskum og hvítarussiskum leikarum at spæla undir russiskum og hvítarussiskum flaggi, hildu avgerðina hjá Wimbledon at vera ov víðgongda.

ATP og WTA gjørdu tí av at strika stigini, ið Wimbledon gevur til styrkilistarnar. Við øðrum orðum merkir hetta, at leikarar fáa eingi stig fyri at kappast á Wimbledon í ár.

 

Avgerðin um tjóðskap er sostatt ein roynd hjá 29 ára gomlu Dzalamidze at sleppa undan forboðnum hjá Wimbledon, og tað er ivasamt, um Wimbledon á nakran hátt kann seta seg upp ímóti avgerðini.

Tí tjóðskapurin hjá leikarunum verður skrásettur í altjóða tennissambandinum ITF, og ikki hjá einstøku kappingunum, og tí verður tað eisini ITF, ið skal meta um, hvørt Dzalamidze er russisk ella georgisk.

 

Hóast Dzalamidze kanska ikki er tað allar kendasta navnið í tennisheiminum, so rakar forboðið hjá Wimbledoná hægstu tindar, tí nummar eitt á ATP styrkillistanum er russiski Daniil Medvedev, sum altso ikki verður at síggja á grøna grasinum til Wimbledon í summar.

Leys Størv