Russland annekterar fýra landslutir í Ukraina

Í morgin boðar Vladimir Putin frá, at Kherson, Luhansk, Zaporizhzhia og Donetsk hoyra til Russland

Í morgin fer Putin at almannakunngera, at fýra landslutir í Ukraina hoyra nú til Russland. Her á myndini heldur Putin røðu á Reyða torginum í sambandi við Sigursdagin, ið verður hátíðarhildin í Russlandi á hvørjum ári. Mynd: EPA
Steinar Patursson
29. september 2022 kl. 13:07

Russland fer í morgin formliga at annektera fýra landslutir í Ukraina í Russiska veldið, eftir at sokallaðar fólkaatkvøður hava verið hildnar í økjunum.

Tað boða altjóða miðlar frá í dag.

Landslutirnir, ið talan er um, eru Luhansk og Donetsk eystanfyri í landinum, og Zaporizhzhia og Kherson sunnanfyri. Russisktsinnað embætisfólk og taligøgn fyri russisku stjórnina hava boðað frá, at úrslitini frá fólkaatkvøðunum vístu næstan fulla undirtøku fyri innliman í Russlandi, men eingin óheft eygleiðing hevur verið av fólkaatkvøðunum, og úr landslutunum vóru fráboðanir um, at embætisfólk fóru hurð til hurð við vápnaðum hermonnum at avgreiða fólkaatkvøðuna.

Russiskir miðlar vilja vera við, at vápnaðu hermenninir vóru við vegna trygdaratlit, men sambært BBC er fráboðanir um, at fólkið varð biðið um at geva munnligt svar upp á fólkaatkvøðuna, og hermenn síðani skrásettu svarið á pappír, sum teir varðveittu sjálvir.

Russland hevur ikki fult ræðið á hertiknu landslutunum, men fólkaatkvøðurnar har hava elvt til, at USA hevur avgjørt at herða revsitiltøkini móti Russlandi, meðan limalondini í ES umhugsa at gera tað sama.

Sambært BBC er ein pallur settur upp á Reyða torginum í Moskva, og eftir ætlan skal Vladimir Putin, forseti í Russlandi, halda røðu har í morgin, har hann boðar frá annekteringini av Luhanks, Donetsk, Zaporizhzhia og Kherson.