Russland droppar Earth Hour

Í dag sløkkja heimsins lond ljósið í 60 minuttir fyri at varpa ljós á veðurlagspolitik – uttan Russland

Ragnar Sjúrðarson
25. mars 2023 kl. 13:24

Russiska stjórnin upplýsti í gjár, at Russland droppar sokallaða Earth Hour.

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Altjóða náttúrugrunnurin (WWF) stendur handan Earth Hour, har allir heimsins borgarar verða heittir á, at sløkkja ljósið í 60 minuttir í dag, 25. mars. 

Stjórnin í Moskva hevur stempla felagsskapin sum “fremmandan njósnara”.

Eftir russisku innrásina í Ukraina í februar í fjør, hevur Russland sligið hart niður á tær flestu útlendsku felagskapirnir, eitt nú veðurlagsfelagskapir.

Russland hevur annars aktivt luttikið í tiltakinum seinastu 14 árini.

-    Í ár hava vit tikið ta avgerð, at halda okkum uttanfyri tiltakið, ljóðar tað frá Dmitrij Peskov, sum er talsmaður fyri russiska forsetakontóri.

-    Tað skyldast, at felagsskapurin er vorðin ein fremmandur njósnari, útgreinar hann.

Altjóða veðurlagsfelagsskapurin WWF, hevur arbeitt í Russlandi síðan 1994. Heftimerkið “fremmandur njósnari” minnir um líknandi tiltøk frá tíðini við Sovjett og er mangan brúkt í móti kritikkarum av stýrinum í Kreml.