Russland eisini útihýst frá EM-undankappingini

Russland fær heldur ikki loyvi til at luttaka í undankappingini til EM-endaspælið í 2024

Sigurjón Einarsson
20. september 2022 kl. 21:57

Russland fær heldur ikki loyvi til at luttaka í undankappingini til EM-endaspælið í 2024.

Tað kunnger UEFA í dag, týsdagin.

Vegna russisku innrásina í Ukraina, vórðu øll russisk lið og landslið útihýst frá øllum altjóða kappingum, og tað sær heldur ikki út, at tað verður broytt, sum støðan er nú.

UEFA váttar í dag, at Russland ikki verður við, nú lutakastið til EM-undankappingina verður í Frankfurt tann 9. oktober – í samband við EM-endaspælið í Týsklandi í 2024.

Russland hevur klagað avgerðini, at landið ikki sleppur at luttaka í altjóða kappingum, men fekk ikki viðhald, so russisk lið og landslið eru enn útihýst frá at luttaka í altjóða kappingum.

Tíggju bólkar hesa ferð
UEFA hevur avgjørt, at komandi EM-undankapping verður við tíggju bólkum – og ikki níggju, sum tað annars hevur verið seinastu árini. Tað merkir, at tað er stórur møguleiki fyri, at Føroyar ongar dystir fáa ímóti teimum veikaru tjóðunum.

Tað merkir, at tað verða sjey bólkar við fimm liðum og tríggir bólkar við seks liðum. Føroyar eru í seedingsbólki fimm, so sannlíkindini fyri, at Føroyar verður veikasta liðið í bólkinum, eru stór.

55 limalond eru í UEFA, men nú er greitt, at Russland ikki verður við í undankappingini, og tað verður Týskaland heldur ikki, tí landið verður vertur fyri EM-endaspælinum í 2024 og harvið sleppur at luttaka í endaspælinum uttan at spæla við í undankappingini.