Russland um avgerðina at senda stríðsvognar til Ukraina: Hetta er ein sera vandamikil avgerð

Tað verður møtt við serstakliga hørðum tónum frá russiskari síðu, at Týskland hevur givið grønt ljós til at teirra sameindu kunna senda teir nógv eftirspurdu Leopard 2 stíðsvognarnar til Ukraina.

Ragnar Sjúrðarson
25. januar 2023 kl. 13:29

Týskland hevur drálað við góðkenningini av útflutninginum av Leopard 2 stríðsvognum til Ukraina. Hetta hevur møtt fleiri atfinningum. Onnur lond hava ikki heimild at útflyta stríðsvognar uttan góðkenning frá Týsklandi.

Nú hevur Týskland givið grønt ljós til at teirra sameindu kunna senda Leopard 2 stríðsvognarnar til Ukraina. Avgerðin er møtt við hørðum tónum frá russiskari síðu.

Í eini viðmerking frá russiska sendiharranum í Berlin, Sergei Netjajev, verður avgerðin lýst sum “sera vandamikil”.

Hann sammetur avgerðina við annan veraldarbardaga.

-    Hendan sera vandamikla avgerðin dregur ósemjuna upp á eitt nýtt konfrontatiónstøði og stríðir í móti útsagnum frá týskum politikarum um ikki at draga Týskland við í ósemjuna, sigur sendiharrin.

Avgerðin oyðileggur “tað sum er eftir av felags álitinum” millum Týskland og Russland. Afturat tí ger avgerðing “óbøtaligan skaða” uppá tað “vánaliga sambandið millum Týskland og Russland”. Tað heldur Netjajev.

Afturat tí sigur sendiharrin, at Týskland hevur svikið sína “søguligu ábyrgd fyri Russlandi”. Her vísur hann til brotsverkini sum Nazitýskland framdi í móti sovjetíbúgvunum undir ørðum veraldarbardaga.

Ukraina hevur í mánaðvís biðið um at fáa stríðsvognar sendandi frá sínum sameindu fyri at standa sterkari í móti Russlandi - og fyri at endurvinna økir í eystur og sunnara partinum av landinum.

Russland hevur á hinari síðuni ávarað um, at tað fer at leingja um kríggið, um landið fær fatur á slíkari útgerð.

Tað er Týskland sum framleiður Leopard 2 stríðsvognar. Týskland hevur ætlarnir um at senda 14 stríðsvognar frá sær sjálvum til Ukraina.

/Ritsau/