Giggs gevst sum landsliðsvenjari hjá Wales

Fyrrverandi Manchester United-stjørnan, Ryan Giggs, gevst alt fyri eitt sum venjari hjá fótbóltslandsliðnum hjá Wales. Hesum boðar walisiska fótbóltssambandið frá á heimasíðu síni.

(Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
21. juni 2022 kl. 10:45

Fyrrverandi Manchester United stjørnan, Ryan Giggs, gevst alt fyri eitt sum venjari á landsliðnum hjá Wales. Hesum boðar walisiska landsliðið frá á heimasíðu síni. Avgerðin kemur í kjalarvørrinum av einum rættarmáli móti Giggs, sum byrjar í august.

Í novembur í 2020 tók Giggs seg fyribils aftur frá venjarastarvinum á landsliðnum, tá hann bleiv handtikin og seinni ákærdur fyri kontrollerandi atferð og harðskap móti Kate Greville, fyrrverandi unnustu síni, og systur hennara. Giggs vísur ákærunum aftur.

Aftaná hálvtannað ár, sum óvirkin landsliðsvenjari hevur Giggs endaliga avgjørt at fara úr starvinum sum landsliðsvenjari.

Hóast Giggs hevur verið fráverandi á landsliðnum, so hevur tað gingið væl hjá walisiska landsliðnum og fyribilsvenjaranum, Robert Page. Síðsta summar spældi Wales EM í Onglandi, har liðið megnaði at spæla seg víðari úr bólkaspælinum. Haraftrat hevur landsliðið fyri stuttum spælt seg víðari til HM-endaspælið, sum verður í Katar í vetur. Seinast Wales var í einum HM-endaspælið var í 1958.

Giggs leikti við Manchester United frá 1990 fram til 2014. Hann er tann leikarin við flest dystum fyri Manchester United. Samanlagt leikti hann 963 dystir fyri felagið.

Rættarmálið móti Ryan Giggs byrjar tann 8. august í Manchester.

Leys Størv