Sær svart út hjá SAS: Svenska stjórnin sigur nei til meira fígging til flogfelagið

Skandinaviska flogfelagið, SAS, fær ikki meira pening frá svensku stjórnini

Sigurjón Einarsson
7. juni 2022 kl. 15:45

SAS er í vanda fyri at missa flogið.

Hetta, tí svenski vinnumálaráðharrin, Karl-Petter Thorwaldsson, á tíðindafundi í morgin greiddi frá, at svenska stjórnin ikki fer at veita SAS meira pening.

Tað skriva nógvir norðurlendskir miðlar, millum annað Berlingske.

Eisini segði svenski vinnumálaráðharrin, at svenska stjórnin ætlar at minka um sín ognarlut í flogfelagnum umframt ikki at veita meiri pening til felagið.

Roknskapurin hjá SAS er tyngdur av stórari skuld, og tí hevur felagið lagt ein bjargingarætlan fram, sum verður nevnd SAS Forward.

Eitt av átøkunum í hesi ætlan er, at nýggjur kapitalur verður sett í felagið av partaeigarunum. Svenski og danski staturin eru størstu partaeigararnir í SAS og eiga hvør sín part upp á 21,8 prosent, men tað verður so uttan hjálp frá svenska statinum.

Svenski staturin fyrireikar seg heldur til at taka seg úr felagnum.

– Tað er neyðugt at broyta SAS, so tað kann vera kappingarført í framtíðini. Nú er tað upp til SAS at koma við einari ætlan, so SAS framhaldandi kann halda fram við at flúgva, segði Karl-Petter Thorwaldsson millum annað fram á tíðindafundinum í morgun

Hørð kapping frá lágprísfeløgum og koronukreppan seinastu tvey árini hevur rakt nógv virda skandinaviska flogfelagið meint.