Sævar [seivar]

Hin íslendski vágbingurin, Sævar Halldórsson, er sum fluga í fløsku at síggja til, hóast hann fylti 75 fríggjadagin 11. mars. Hann man hava fingið ein neista frá sínum heimgosfjalli, Heklu, sum júst tann 11. mars í 1947 goysti tað ógvisligasta, vit vita um í søguligari tíð. Hesin javngamli neistin, kveikjarin úr Heklu, hevur fylgt Sævari úr Keflavík, har hann varð føddur, til Føroya. Til Vágs í Suðuroynni

Vinmaður Sævar, hin navnframi Hans í Líðini, sáli, skar bátin og manning út úr stáli vesturi á Eiðinum í Vági, har Sævar hevur búð í 42 ár
Sonne Smith
14. mai 2022 kl. 10:30

Ikki tí. Sævar hevur sum øll onnur sítt at dragast við. Hann var í Keypmannahavn føðingardagin við konuni, Susie Strøm, ið var til kanningar og leitaði sær frægastu heilsubót á Ríkissjúkrahúsinum. Sævar og Susie eiga trý børn saman, tveir dreingir, Eddie og Steinar og eina gentu, Helenu. Elsti sonurin, Hallur, býr í Danmark.

Grundin til, at Sævar her verður róptur hin íslendski vágbingurin, er, at hann er ivaleyst best dámdi vágbingur yvirhøvur. Hann er uttan nakað sum helst gabb eitt menniskjansligt eindømi, ið bjóðar øllum fólkum, hvaðan tey so enn koma, vælkomnum í kaffistovuna í húsinum á Oyri millum Skála og Bø, har hann hevur sín radioverkstað og handil. Tí Sævar er radiomekanikari, og hann ferðast um alla Suðuroynna í umvælingar- og tænastuørindum. Kaffistovan hjá Sævari er opin, um hann sjálvur er hjástaddur ella ei. Er hann úti, ger onkur annar kaffi, og menn – tað eru yvirhøvur menn – hava vaflur og annað gott við sær. Her er ongantíð tómt á borðinum hjá Sævari. Og har er ongantíð stongt um dagin í hvussu er.

Her stendur Sævar á høkju uttanfyri radioverkstaðin og handilin hjá sær. Sævar hevur fingið nýtt knæ

Tórshavnar Skipasmiðja
Sævar er gamal hondbóltsspælari og var fyrstu ferð í Føroyum fyri 50 árum síðan, í 1972. Hann kom til Føroya saman við einum fylgi av ungtemplarum úr ungtemplarafelagnum Hrönn.

Sævar spældi hondbólt frá tí hann var níggju ára gamal. So hann kom til Føroya við góðum førningi. So góðum, at hann kom inn á besta liðið hjá Kyndli alt fyri eitt í 1972. Hann var serliga kendur fyri sín serliga teknikk.

Tá ið Sævar skuldi fara heimaftur, var mjørki í Havn, og Sævar og ein vinmaður hansara, Guðmundur Gunnarsson vórðu verandi í Føroyum, tá ið hann hevði fingið arbeiði á Tórshavnar Skipasmiðju hjá feðgunum Kjartani og Poul Mohr at banka rust og mála og at arbeiða á timburdeildini. Men tann fyrsta morgunin varð hann settur til at grava gamlar kaðalar upp úr moldini við hond í stormi og regni. Hesir kaðalar skuldu burtur, tí at nýggir kalaðar skuldu leggjast inn í staðin fyri. Eitt arbeiði, sum vardi í eina viku.

Tá ið teir ein fríggjadag vóru lidnir at grava hesar kaðalarnar upp, haðani teir høvdu ligið undir einum stórum betongklossa, sum teir brutu upp við luftkompressara, vildi so til, at teir høvdu rakt ein høvuðskaðal, og alt, ja alt, slóknaði rundan um teir. Hetta mátti og skuldi fáast í rættlag aftur til mánamorgunin eftir.

Einir 50 mans stemplaðu inn mánamorgun, og har stóð Poul Mohr undir Kjartansa lið og peikaði á Sævar og segði: "Tú hann sjálvir ísendingurin, kom her! Hvat hevur tú gjørt?"

Sævar stóð hjartkiptur og bíðaði eftir uppsøgnini. Har var deyðatøgn, men Poul Mohr sendi hann til eitt skip, ið stóð á beding, at arbeiða, og Sævar føldi seg sum ein kong. Hann hevði altso gjørt eitt gott arbeiði, sum Poul Mohr setti prís uppá.   

Sævar hevði gott arbeiði á Tórshavnar Skipasmiðju tvey tey næstu árini.

Her inni í kaffistovuni hjá Sævari sita tríggir kendir vágbingar av hvør sínum politiska observansi, javnaðarmaðurin Henrik Old, tjóðveldismaðurin Óli Holm og sambandsmaðurin Arni Dahl. Teir tykjast vera á einum máli um einki at siga um politikk

Tekniskur snillingur hjá Kyndli
Hann hevði verið virkin í ungtemplarafelagnum Árvakur í Keflavík. Hann var sostatt fráhaldsmaður og er tað enn. Í Vági hevur hann verið í mangari góðari veitslu, men altíð hevur hann víst durasnapsinum frá sær. Hann hevur hvørki roykt ella drukkið í sínum 75 ára langa lívi.

Tað nú 66 ára gamla føroyska hondbóltsfelagið Kyndil var við stórum hópi í Reykjavík í 1969, og tað var í hesum sambandi, at Sævar fór við ungtemplarafelagnum Hrönn til Reykjavíkar at heilsa upp á Kyndil.

Søgan hjá Kyndli byrjaði í ungmannadeildini hjá Losjuni í Havn. Tankin um at stovna eitt ítróttarfelag í ungmannadeildini, ið legði dent á fráhald frá rúsdrekka, kyknaði av álvara fyrst í 1950'unum. Íblásturin kom úr Íslandi eftir, at í 1953 komu 13 ungfólk úr losjuni Sóley í Reykjavík at vitja Losjuna í Havn. Tey flestu vóru íðkandi ítróttarfólk. Tann navnframasti spælarin var Karl Jóhannsson, ið spældi á íslendska hondbóltslandsliðnum.

Sævar spældi hondbólt frá tí hann var níggju ára gamal. So hann kom til Føroya við góðum førningi. So góðum, at hann kom inn á besta liðið hjá Kyndli alt fyri eitt í 1972. Hann gjørdi veruliga vart við seg við sínum serliga teknikki.

Sævari dámar væl at kunna fáa eitt gamalt Tandberg-radio, Sølvsuper 11 frá 1970'unum at ljóða aftur. Hetta norska radio var tiltikið góður móttakari

Í vinarbýnum Sandgerði
Í 1977 vóru hondbóltskvinnurnar hjá VB hjá Reynir í Sandgerði, sum er vinarbýur hjá Vági. Sævar var venjari hjá felagnum KFK, ið hevði bæði hondbóltslið og fótbóltslið. Jonhard Vest úr Vági búði í Sandgerði. Hann ringdi til Sævar og bað hann taka ímóti VB-kvinnunum. Sævar so gjørdi, og har møtti hann konu síni, Susie. Hon arbeiddi í svimjihøllini í Vági sum umsjónarfólk og lívbjargari í 35 ár, til hon fór frá fyri heilsubrek.

Í 1980 flutti Sævar til Vágs at búgva, og har býr hann enn. Eftir tvey ár varð hann umsjónarmaður í ítróttarhøllini, har hann varð verandi í níggju ár. Haraftrat var hann venjari hjá bæði dreingjum og gentum, monnum og kvinnum hjá VB í hondbólti. Sævar var ongantíð heima við hús fyrr enn klokkan ellivu-hálvgum tólv.

VB átti altso ein íslendskan venjara í hondbólti og ein danskara, Preben Olsen, sum var venjari hjá dreingjum og old boys í fótbólti. Preben dømdi dystir um alla Suðuroynna. Onkur tvøramaður skal hava sagt, at vágbingar vóru hepnir at fáa slíkar garpar at syrgja fyri, at ítróttarlívið var so livandi og virkið í Vági í 1980'unum.

Sævar, 25 ára gamal á Tórshavnar Skipasmiðju í 1972

Robert 25 ár
Sum íslendingur úr Keflavík var tað gaman í hjá Sævari at vera ferðaleiðari hjá Robert McBirnie í 1984, tá ið Robert og ein úrvalsmanning fóru til Keflavíkar at spæla LP-plátuna "Robert 25 ár" inn í einum upptøkuhøli har.

Samstundis nýttu Robert og manning eftir innbjóðing høvið til at spæla á tí stóra pallinum í tí stásiliga náttklubbanum Broadway í Keflavík. Tað ljóðar, at Robert var eitt sindur heitur um oyruni, tá ið hann frætti, at undan honum og hansara monnum hevði New Orleans-veteranurin Fats Domino verið har og síðan bretski bólkurin The Hollies, ið var serliga kendur frá 1960'unum. Men hvussu var og ikki, so vaktu føroyingarnir ans við tað, at Ólavur Øster og Arnbjørn Sivertsen leveraðu nøkur einastandandi instrumentalnummur saman við Jón McBirnie og Ronnie Nielsen.

Plátan varð altso innspæld í Keflavík, og H.C.W Tórgarð gav hana út í 1984.

Vindeygað í kaffistovuni stendur á glopp. So veit ein og hvør gestur, hvar kaffistovan hjá Sævari er

Virkin í felagslívi
Í Vági er Sævar íðin við í øllum felagslívi. Hann hevur verið virkin limur í Lions Club Suðuroy í 28 ár. Hann er ómetaliga góður við sluppina Johannu og hevur verið fleiri uttanlandstúrar við henni, tvær ferðir í Hetlandi og tvær ferðir í Vestmannaoyggjunum. Sævar er eisini limur í nevndini í Ruth Smith-savninum.

Sævar er ikki sørt sorgblíður í sínum takksemi til vágbingar fyri ta fjálgu móttøku, hann hevur fingið í Vági øll hesi árini hann hevur búð har síðan 1980. Heili 42 ár.

Hann takkar eisini Kyndli og ikki minst Ingibjørg og Heðini Mikkelsen fyri at hava tikið ímóti sær í 1972.

Hann takkar við seinasta ørindi í yrkingini hjá NePtuN (Niels Petur Nolsøe):

So vísið ans og farið fram við hógv

vit eiga lítið land – men eiga nógv,

lat eygu upp og gev tí vakra ans –

ei allir gripir finnast uttanlands.

Sævar er eisini limur í nevndini á Ruth Smith-savninum

Mortan Holm og Sævar á Siglufirði uppi á Norðurlandinum 6. juli í 2018

Sævar var ferðaleiðari hjá Robert og hansara úrvalsmanning í 1984, tá ið LP-plátan "Robert 25 ár" varð innspæld í Keflavík

Sævar við virðislønarprýði frá Lions Club í Sandgerði 11. juli 2004

Sævar á Bláa Lóni 12. juli 2004

Sævar við íslendska forsetanum, Guðni Thorlacius Jóhannessyni við sína lið á uttandura gudstænastu í Siglufirði í sambandi við eina regatta har

Johanna TG 326 eigur eitt stórt pláss í Sævar-hjarta