Saksasparksmálið hjá Garnacho er ársins mál

Fantastiska saksasparksmálið hjá Manchester United leikaranum, Alejandro Garnacho, ímóti Everton, er valt til ársins mál í Premier League

Fríðmundur Nattestad
26. mai 2024 kl. 17:00

26. novembur 2023 er ein dagur, sum Alejandro Garnacho neyvan fer at gloyma.

Tá skeyt 19-ára gamli Manchester United leikarin nevniliga eitt mál, sum av mongum verður mett at vera eitt av flottastu málum, sum nakrantíð er skorað í Premier League.

Einans tveir minuttir vóru leiktir av dystinum ímillum Everton og Manchester United á Goodison Park, leikvøllinum hjá Everton, tá høgribakkurin hjá Manchester United, Diogo Dalot, sendi eitt innlegg innfyri. Alejandro Garnacho gjørdi ikki mætari enn at leypa upp, og saksasparka bóltin í málið.

Vakra málið hjá Garnacho hevur verið favorittur til at vinna heiðurin sum ársins mál, og í dag hevur Premier League kunngjørt vinnaran av heiðrinum.


Premier League skrivar á sosiala miðlinum X í dag, at saksasparksmálið hjá Garnacho er ársins mál í 2023/2024 kappingarárinum.

Alejandro Garnacho skeyt 10 mál í 50 dystinum í hesum kappingarárinum. Tað síðsta málið kom í FA Cup finaluni í gjár, tá hann skoraði til 1-0 í 2-1 sigrinum hjá Manchester United á grannunum úr Manchester City.

Sí saksasparksmálið hjá Garnacho her.