Sálarligur harðskapur er niðurbrótandi

- Vit mugu gera meira. Fleiri ferðir seinastu tíðina hava vit hoyrt um ymiskan harðskap, ið hevur verið framdur móti kvinnum. Sálarligur harðskapur er niðurbrótandi og oyðileggjandi og er tíverri eisini millum mest vanligu sløgini av harðskapi. Sálarligur harðskapur skal kriminaliserast. Trupulleikin er støðugt vaksandi. Vit mugu handla, sigur Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Anna Joensen-Næs
21. juni 2022 kl. 12:38

- Nýggjastu hagtølini frá Kvinnuhúsinum eru ræðandi. 623 fráboðanir vóru um sálarligan harðskap í 2020. Hetta eru næstan tvær fráboðanir um dagin. Í 2019 vóru 356 fráboðanir, so hetta er ein øgiligur vøkstur, sigur Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.

Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um sálarheilsustøðuna í Føroyum. Fleiri hava verið frammi og sagt sína søgu í vón um broyting.

- Vit mugu gera meira. Fleiri ferðir seinastu tíðina hava vit hoyrt um ymiskan harðskap, ið verður framdur móti kvinnum, sigur Hervør Pálsdóttir.

Sálarligur harðskapur er, tá ið ein roynir at taka valdið yvir tær í eitt longri tíðarskeið. Mann hyggur niður á viðkomandi. Sambært socialstyrelsen.dk eru tað allir teir mátar, sum ein persónur kann skaða ella niðurbróta onkran, ráða yvir ella stýra onkrum við hjálp av mátti ella eini hóttan, ið liggur aftanfyri.

- Sálarligur harðskapur er niðurbrótandi, sigur Hervør Pálsdóttir.

Tølini eru hækkað munandi her heima. Ein nýggj kanning, ið Almannaráðið, Setrið og Lóðurjava gjørt, vísir á, at 20 prosent av føroyingum hava verið útsettir fyri sálarligum harðskapi.

 

Útsett fólk gerast meira tilvitað
Sálarligur harðskapur hevur altíð verið har og somuleiðis fylt í samfelagnum, men tó tykist, sum okkurt er við at broytast nú. Tey, sum hava upplivað hesar ræðuleikar gerast meiri tilvitað og fólk traðkað fram og seta orð á sínar upplivingar.

- Upplýsing innan økið og um, hvat sálarligur harðskapur er og inniber, førir við sær, at tey, ið hava útsett fyri hesum, skilja støðuna betur, og hvat hevur tikið seg upp. At tey sjálv síggja, at tey hava verið útsett, sigur Hervør.

Sum støðan er í Føroyum í løtuni, er sálarligur harðskapur ikki revsiverdur. Tað er ikki møguligt, at verða ákærdur fyri slíkar gerðir. Tað ber bert til, um kropsligur harðskapur er partur av trupulleikanum.

- Í løtuni er sálarligur harðskapur bert revsiverdur um talan eisini er um kropsligan harðskap. Hetta er tó ikki altíð støðan. Sálarligur harðskapur tekur seg upp á nógvar ymiskar mátar. Tí mugu vit spyrja, um tað er rætt, at tað skal fara so langt, at mann skal síggja tekn uppá kropsligan harðskap, áðrenn mann kann gera nakað við støðuna, sigur Hervør.

 

Sálarligur harðskapur skal kriminaliserast
Sálarligur harðskapur rakar ikki bert kvinnur. Kanningar vísa, at trupulleikin í veruleikanum ikki er sera kynsbýttur, tí 31 prosent av kvinnum og 18 prosent av monnum uppliva sálarligan harðskap. Hugsanin um ein “rættan” mann tekur seg upp.

- Menn eru eisini útsettir. Hetta tosar mann tó ikki um á sama hátt. Trupulleikin er í veruleikanum ikki sera kynsbýttur, sigur Hervør.

Hervør Pálsdóttir legði fyri tíð síðan uppskot fyri Løgtingið um at kriminalisera sálarligan harðskap. Hon ynskir at varpa ljós á áhaldandi trupulleikanum og verða ein rødd fyri tey, ið ikki kenna seg hoyrdan.

- Sálarligur harðskapur er ofta “tann gloymdi harðskapurin,” tí mann sær hann ikki. Men hann er niðurbrótandi og oyðileggjandi og er tíverri eisini millum mest vanligu sløgini av harðskapi. Sálarligur harðskapur skal kriminaliserast, tí trupulleikin er støðugt vaksandi og vit mugu handla, sigur hon.

Uppskotið, ið var lagt fram á tingið fyrr í ár um at kriminalisera sálarligan harðskap, vann ikki frama og varð felt, men Hervør ynskir tó áhaldandi at leggja trýst á.

- Eg trúgvi, at orsøkin til at uppskotið fall, var at talan var um eitt andstøðuuppskot. Nógv góð umrøða hevur verið í tinginum um uppskotið, og eg setti eisini løgmanni ein fyrispurning um lóggávuna, og her segði hann, at tað verður farið undir arbeiðið í heyst. Tað loysir seg at trýsta, sigur Hervør.

 

Ber til at revsa sálarligan harðskap?
Ábreiðslur mótvegis uppskotinum um at kriminalisera sálarligan harðskap hava verið, at tað kann verða torført at døma og revsa trupulleikan.

Hetta heldur Hervør Pálsdóttir tó ikki skal vera forðingin fyri at broyta lógina.

- Eg haldi ikki, at hetta skal verða tað, ið steðgar okkum. Hóast tað kann verða torført, ber til at prógva hendingarnar, um tann, ið hevur verið útsettur, skjalprógvar støðurnar við til dømis regluligum niðrandi sms-boðum, skrivar niður, tá ið viðkomandi upplivir harðskapin og filmar atburðin hjá tí, sum fremur harðskapin. At sálarligur harðskapur er trupul at prógva, er ikki ein nóg góð orsøk til at lata vera við at kriminalisera hetta slagið av harðskapi, tí hann kann hava so umfatandi og álvarsamar avleiðingar fyri tey, sum eru útsett fyri slíkum harðskapi, sigur Hervør Pálsdóttir.

Hóast tað kann verða torført at prógva sálarligan harðskap, hava londini kring okkum tikið stig tann vegin.

Danmark kriminaliseraði sálarligan harðskap í nærsambondum tann 1. apríl 2019. Tað merkir, at í Danmark er sálarligur harðskapur ein brotsgerð á sama hátt sum kropsligur harðskapur og kann, sambært levudenvold.dk, revsast við bót ella upp til trý ára fongsul. Norra og fleiri onnur lond tætt at okkum hava somuleiðis kriminaliserað sálarligan harðskap.

- Tað ber til at kriminalisera sálarligan harðskap, og vit skulu gera meira, sigur Hervør.

 

Tað loysir seg at trýsta
Hervør Pálsdóttir hevur áður sagt, at sokallaði Istanbulsáttmálin eftir hennara tykki eigur at verða settur í gildi.

- Eg haldi, at vit áttu at sett Istanbullsáttmálan í verk. Her er talan um ein altjóða sáttmáli, ið hevur til endamáls at fyribyrgja og basa øllum sløgum av harðskapi mótvegis kvinnum í heiminum. Eisini sálarligum harðskapi, sigur Hervør Pálsdóttir.

Uppskotið um sálarligan harðskap hevur sum sagt verið til viðgerðar í løgtinginum og tó at tað eru summi, ið seta spurnartekin við, hvussu til ber at døma og revsa sálarligan harðskap, og sjálvt um tað varð felt, so er nakað sum bendir á, at samgongan arbeiðir við málinum. Tað fegnast tingkvinnan um.

- Tað vísir at tað loysir seg at trýsta, og tá nú løgmaður hevur sagt, at samgongan í heyst ætlar at koma við einum uppskoti um at kriminalisera sálarligan harðskap, so sær út sum, at broyting er ávegis, og tí fari eg at halda fram við at trýsta, sigur Hervør Pálsdóttir.