Samfelagsfrøðingur undrast hví eingin stillar upp á uttanflokkalista

Samfelagsfrøðingurin Jóannes N. Dalsgaard undrast, hví eingin brúkar møguleikan at stilla upp til løgtingsvalið á uttanflokkalista

(Mynd: Skíggjamynd/kvf.fo)
Sigurjón Einarsson
15. november 2022 kl. 12:15

Tað undrar Jóannes N. Dalsgaard, sum er samfelagsfrøðingur, hví eingin brúkar møguleikan stilla uttanflokkalistar upp til løgtingsvalið 8. desember.

– Tað mátti verið upplagt at felagsskapir sum Útoyggjafelagið, Landsfelag Pensjónista og MEGD stillaðu listar upp uttanflokka. Stóðu limir í felagsskapunum saman um slíkar listar, er væl hugsandi, at tey kundu fingið umboð í Løgtingið, skrivar Jóannes N. Dalsgaard á Facebook.

Hann vísir á, at sambært § 17, stk. 5 í løgtingsvallógini, so kann ein vallevnislisti vera góðkendur av einum flokki ella vera undirskrivaður av millum 400 og 450 stillarum.

– Tað merkir, at fólk uttanflokka hava inntil 24. november klokkan 18 – tað vil siga 14 dagar áðrenn valdagin – at gera listar og fáa undirskriftir, skrivar hann.

– Kanska forkláringin er, at eingin veit um ásetingina í § 17, stk. 5 í løgtingsvallógini?, spyr hann víðari.