Samgongan ætlar at loysa trupulleikan - við skeivum medisini

Tað er betri at lækka skattin enn at stytta arbeiðsvikuna

Áki Bertholdsen
18. september 2023 kl. 15:00

Samgongan hevur sett sær fyri at stytta arbeiðsvikuna tríggjar tímar, niður í 37 tímar. Endamálið er at gera arbeiðsmarknaðin í Føroyum kappingarføran við arbeiðsmarknaðin í okkara grannalondum, har arbeiðsvikan, sum heild, er 37 tímar.

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at arbeiðsmarknaðurin í Føroyum skal verða kappingarførur við arbeiðsmarknaðin í okkara grannalondum.

Men tey eru av teirri sannføring, at tann rætta loysnin er ikki at stytta arbeiðsvikuna. 

Tey hava, fleiri ferðir, víst á, at arbeiðsvikan í Føroyum er tann sama, sum í grannalondum. Vit hava 40 tíma arbeiðsviku, men matarsteðgir fara burtur av, so í roynd og veru er arbeiðsvikan 37 tímar. Í grannalondum okkara, eru matarsteðgir ikki við, so á hesum øki eru vit kappingarfør.

Verður arbeiðsvikan stytt, fara vit ikki at verða kappingarfør, tí framleiðslan fer at minka, og sostatt fer okkara búskapur at minka.

– Heldur átti samgongan at sett sær fyri at vaksa um búskapin við at gera føroysku skattaskipanina meira kappingarføra. 

Tað merkir, at tann vanligi skatturin eigur at verða lækkaður, serliga á lág- og miðalinntøkum.

Tað er annars eitt mál, samgongan eisini hevur sett sær. 

Men Arbeiðsgevarar halda eisini, at skattaskipanin skal vera tann sama fyri øll, so at tað ikki verður munur á um fólk arbeiða uttanlands ella innanlands.

Tey, sum arbeiða uttanlands, og sjófólk, fáa ein serligan frádrátt í skattinum.

– Í løtuni eggjar tað almenna fólki til at fara av landinum at arbeiða og tí skulu øll undir somu skipan, sigur felagið.

– Hetta er tó bert ein partur av loysnini, tí tað hevur líka stóran týdning, at skatturin verður lækkaður so at tað verðurmeira lokkandi at búseta seg í Føroyum og verða við til at byggja land, leggja arbeiðsgevararnir afturat.

Í hesum sambandi vísa tey hvussu nógv meiri, ein sum arbeiðir og rindar skatt í Norra, hevur eftir, tá ið skatturin er goldin, enn ein hevur, sum arbeiðir í Føroyum.

Men tey staðfesta, at í summum førum er munurin upp aftur størri. Eitt nú er munur á skattinum alt eftir hvar í Norra tú arbeiðir, og har løntakarin býr í Føroyum, men arbeiðir í Norra, ber eisini til at søkja um at sleppa frá at gjaldi átta prosenttil Folketrygd, sum er teirra Heilsutrygd.

Men støðan er so eisini tann, at tann norska krónan er lítið verd, so tann, sum fær sína løn í norskum krónum, skal hava góða løn eftir føroyskum viðurskiftum. 

Norska krónan er so lág, at 100 norskar krónur eru bara góðar 64 danskar krónur. Niðan fyri er eitt dømi um ein, sum tjenar 33.333 krónur. Er talan um norskar krónur, svarar tað bara til einar 21.500 krónur í donskum pengum. 

Men dømið vísur í hvussu so er, hvat fólk í Norra, og í Føroyum, hava eftir av lønini eftir skatt. Í Norra hava tey munand hægri avgjøld og tað verður eisini ofta sagt, at tað er ein skipan, sum rakar ógvuliga skeivt, sosialt, tí fólk við lágari løn, hava ikki góð ráð at rinda avgjøld, men hjá fólki við góðari løn, merkist tað ikki so væl.