Samskiftisstjórin í Coop eisini koyrdur eftir enn eitt undirskotsár

Coop Danmark, sum Føroya Keypsamtøka samstarvar við, hevur eftir enn eitt ikki nøktandi roknskaparár sagt samskiftisstjóran Lars Aarup upp.

Rúni Korsgaard
26. apríl 2024 kl. 20:45

Tað er ikki nógv meir enn ein vika síðani, at Coop við bjargingarætlan síni kunngjørdi, at orkufelagið OK fekk samognarskap í smásølusamtakinum. Samstundis varð táverandi fyrisitingarstjórin Kræn Østergaard, sum hevur staðið á odda fyri Coop seinastu 4 árini, koyrdur til hús.

Coop, sum er næststørsta smásølusamtak í Danmark og eigur m.a. keturnar SuperBrugsen, Irma og Kvickly, rør í hesum døgum andróður.

Í farnu viku legði Coop fram, at samtakið hevði eitt undirskot á 717 milliónir krónur í 2023. Við framløguni av roknskapinum skrivaði samtakið niður virðið á partabrøvum sínum, sum ber við sær, at úrslitið eftir skat er minus 2,3 milliardir krónur.

Orkufelagið OK hevur við samognarskapinum játtað at veita eina fíggjarliga innspræning á í minsta lagi 700 milliónir krónur. Afurat hesum keypir OK bústaðarverkætlanina ”Coop-byen” fyri 565 milliónir krónur. Hetta merkir, at OK eigur áleið helvtina av Coop. Coop Bank, sum er banki, ið Coop hevur rikið, skal eisini seljast, hevur felagið kunnað um.

OK hevur harumframt pliktað seg til at seta 1,5 milliardir krónur afturat í Coop, verður hetta neyðugt.


Coop, ið Coop amba eigur, er lutafelag, sum á pappírinum merkir, at tað eru limir felagsins, ið í alt telja 2 milliónir, sum eiga felagið, og ikki partaeigarar. Men við nýggja samognarskapinum hjá OK, ið fær ”avgerandi ávirkan”, fáa Coop-limirnir minni ávirkan.