Samstarvið millum Hegga og Undrið er endað

Mánadagin skrivaði Norðlýsið, at Hegga var uppsagdur í Undrinum. Nú kunnger Undrið, at samstarvið millum felagið og Hegga er endað

Sigurjón Einarsson
9. september 2022 kl. 13:00

– Eg veit ikki rættuliga hví eg eri uppsagdur, men kanska formaðurin kann svara tær, segði Hegga Samuelsen við Norðlýsið mánadagin.

Formaðurin í Undrinum, Arnar Lognberg, hevur ikki havt hug at viðmerkja málið, men í dag kunnger felagið, at samstarvið millum Undrið og Hegga Samuelsen, høvðusvenjara hjá 1. deildarliðnum, er endað.

– Vit skulu nýta høvið at takka Hegga fyri hansara tíð í Undrinum. Nógv væntaðu, at Undrið ikki fór at megna at halda seg uppi í 1. deild hetta kappingarárið, men Hegga var ongantíð í iva um tað. Vit skulu somuleiðis ynskja honum blíðan byr og bestu eydnu framyvir, skrivar felagið á sínum Facebook-vanga.

Nevndin í Undrinum skrivar samstundis, at nevndin hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið – fyriuttan tað, at arbeitt verður við at finna nýggjan venjara.

Undrið FF liggur í løtuni á einum fjórða plássi í 1. deild við 35 stigum. Tvey stig er upp til Víkingur og triðja plássið.

Næstur dystur hjá Undrinum verður á heimavølli leygardagin móti teimum næstbestu úr NSÍ, ið liggur á næstaftasta plássinum í deildini - og stríðist fyri ikki at flyta niður.