Samuel Chukwudi royndarvenur í Svøríki

Fyrrverandi HB venjari hevur boðsent HB verjuspælara at royndarvenja

Jóannes Hansen
19. november 2023 kl. 21:59

Samuel Johansen Chukwudi fer næstu dagarnar at royna seg í Svøríki.

HB skrivar í kvøld, at Samuel Johansen Chukwudi næstu dagarnar fer at royndarvenja í gamla stórfelagnum í Göteborg.

Danski Jens Berthel Askou var í 2020 HB venjari. Tað gekk sum eftir ánni. HB vann FM, og Samuel Johansen Chukwudi, sum tá var 17 ára gamal, var við í 18 dystum. Síðani flutti Jens Berthel Askou til Danmarkar, har hann vandi AC Horsens, og nú er hann venjari hjá IFK Göteborg.

Samuel Johansen Chukwudi royndi seg í belgiskum fótbólti, eftir at Jens Berthel Askou var farin til Danmarkar, men tað hilnaðist ikki so væl, tí Samuel var nógv skaðadarvaður.

Hetta kappingarárið var Samuel Johansen Chukwudi bara við í 11 dystum, tí hann var so nógv skaðadarvaður.

Nú er Samuel Johansen Chukwudi komin fyri seg aftur. Í steypafinaluni, sum HB eftir longda leiktíð og brotssparkskapping vann ímóti B68, varð hann skiftur inn ímóti dystarenda. Og nú hittast Samuel og Jens Berthel Askou aftur í IFK Göteborg, har teir næstu dagarnar fara at venja saman.