Sangfilmurin ”Havið er eitt mysterium” vann

20y á Glasi vann filmskapping hjá Námi

Dan Lamhauge
12. desember 2020 kl. 14:36

Tólv filmar frá miðnámskúlum kring landið vóru við í stuttfilmskappingini, sum Nám skipaði fyri. Evnið var heimsmál nummar 14, sum er um lívið í havinum.

Hugskotini vóru nógv á filmskvøldinum, og dómsnevndin fekk torføru uppgávuna at sortera og velja burturúr. Men veljast skuldi og Eyðun Gaard, stjóri í Námi, fekk úrskurðin hjá samdu dómsnevndini, sum staðfesti vinnaran soleiðis:

"Vinnarfilmurin lýkur allar treytir, ið eru settar til kappingina, har úrvalda evnið er heimsmál nummar 14, sum er lívið í havinum og hugtakið “Ocean Literacy”.

Umframt hetta formalistiska krav, er dómsnevndin eisini av teirri fatan, at filmurin ikki bara er alment upplýsandi, men eisini er inspirerandi og lyftir filmaðu framsetingina upp í nýggjar hæddir, so vit kunnu syngja afturvið. Vinnandi filmurin er ein hybrid filmur, sum eisini rúmar sangleikahevdini.

Umframt at fáa okkum at undrast um havið, fær hann okkum at syngja um havið.

Fyri hetta inspirerandi avrik heldur dómsnevndin, at vinnandi filmurin í stuttfilmskappingini hjá Námi eigur at vera “Havið er eitt mysterium” hjá 20y á Glasi.”

Vinningurin, sum Nám lat, var 30.000 krónur, sum altso sangfilmurin ”Havið er eitt mysterium” vann.