Sára Gullfoss: – Vit eru skelkaði av hendingini, men hava tað eftir umstøðunum gott

Sára Gullfoss og familjan vóru mitt í stormmiðdeplinum, tá ein 22 ára gamal dani byrjaði at skjóta frá hond í handilsmiðstøðini Fields í gjár. Tey sluppu sær til rýmingar, men í øllum meldrinum blivu foreldrini og lítla dótturin vekk frá báðum synunum, Markus og Sebastian, umframt Briani, sum er javngamli vinmaðurin hjá Sebastian. Fimm tímar gingu, áðrenn øll vóru samlað aftur

Sigurjón Einarsson
4. juli 2022 kl. 17:36

Sára Gullfoss, maðurin og børnini eru stødd í Høje Taastrup, har tey summa seg eftir ræðiligu hendingarnar í Fields í gjár, tá tey máttu rýma yvir háls og herðar, tá ein 22 ára gamal dani byrjaði at skjóta frá hond.   

– Vit er skelkaði av hendingini, og tað situr enn í kroppinum, men vit eru lukkulig yvir, at vit øll hava tað eftir umstøðunum gott, sigur Sára Gullfoss úr telefonini úr Høje Taastrup.  

Í gjár var hon og familjan í Fields, har seinastu fyrireikingarnar skuldu gerast til stóru hondbóltskappingina í Svøríki, Partille Cup, men við eitt var alt ein ruðuleiki í stóru handilsmiðstøðini á Amager.

– Vit høvdu akkurát verið í Bilka og skuldu líka í H&M á miðhæddini, tí 13 ára gamli sonurin, Markus, skuldi finna onkra blusu, ið skuldi passa til buksurnar, ið vórðu keyptar í Bilka. Maðurin, Sveinur, og fýra ára gamla dótturin, Aura, høvdu sett seg á eina sofu uttanfyri H&M, meðan Markus og eg fara inn. Ímeðan sita Sebastian og Brian, ið er javngamli vinmaðurin hjá Sebastian, sum er við okkum til kappingina, á triðju hædd og taka sær av løttum har, greiðir Sára frá.

Men brádliga kemur róp í: “Ein maður skjýtur!”, eitt buldur hoyrist og fólk koma rennandi. Sára og sonurin Markus gera av at fara út úr handlinum, har maðurin og dóttirin sita, og tá hoyrist enn eitt buldur. Og tað er her í øllum hurlivasanum, at Markus verður vekk frá foreldrunum.

Tá Sára er komin útum og er saman aftur við manninum og fýra ára gomlu dóttrini í øllum ruðuleikanum, so verða tey biðin um at fara víðari burtur frá staðnum av løgregluni. Tey ganga víðari móti Byparken og Bella Sky-gistingarhúsinum, og eru her enn óvitandi um støðuna hjá synunum og Brian, sum ferðast við Gullfoss-familjuni.

– Men so ringir telefonin hjá manninum, og tað er eitt starvsfólk í Fields, ið sigur, at hann er hjá Markusi, og at teir eru staddir við Royal Arena, sum er á hinari síðuni av Fields. Vit ætlaðu okkum handanvegin, men tá hevði løgreglan longu avgirt økið, so tað var ikki møguligt at fara ímóti honum, sigur Sára.

Missa sambandið við eldra sonin
Í parkini komu Sára og maðurin, Sveinur, í samband við nøkur fólk har, sum bóðu tey koma heim til sín, tí tey búðu nærhendis, men hóast tey sótu har og royndu at fáa halda høvdið kalt, so vóru tankarnir hjá dreingjunum .

– Við at hyggja eftir Snapchat, so bar til at síggja, hvar teir 15-ára gomlu Sebastian og Brian vóru staddir, og vit vóru eisini í samband við dreingirnar nakrar ferðir inntil eldri sonurin, Sebastian sigur, at nú er bert eitt prosent eftir av battaríinum á telefonini. Vit siga við hann, at hann og Brian skulu fara til Royal Arena, og so doyr telefonin hjá honum, greiðir Sára frá.  

Líka so skjótt, at tey fáa at vita, at fólk, sum eru í inngirda økinum kunnu sleppa út at ganga aftur, so avtalaðu tey við mannin, sum er hjá Markusi, at tey skulu møtast við Royal Arena. og tað kennist sum long tíð hjá Sáru, manninum og fýra ára gomlu dóttrini at ganga teinin til Royal Arena, har tey møta Markusi.

– Markus fortelur okkum, hvussu hann, saman við fleiri, fyrst var endaður inni í einum rúmi inni í Fields, har tey máttu vera friðarlig eina løtu, tí tey vóru tætt við gerningsmannin. Tey runnu síðan út, men á veg út sær hann ræðuleikan, sum er hendur inni í Fields. Men lukkutíð var eitt starvsfólk í Fields, ið tók sær av honum, tá tey vóru komin útum.

Løtu seinni møta tey eisini Sebastian og Brian við Royal Arena – gott ov væl fimm tímar eftir, at hendingin í Fields fór fram, har Brian fekk samband við síni foreldur heima í Føroyum.

Fingu kreppuhjálp í Vanløse
Hetta sama kvøldið skuldi konsert vera í Royal Arena, men hon verður avlýst og fólkini fáa boð um at fara til metro´ina sum koyrir beinleiðis til Vanløse, uttan at steðga á leiðini.

– Vit vóru millum tey fyrstu, ið komu til Vanløse, har vápnaði løgreglufólk tóku ímóti okkum og spurdu, um vit hava verið í Fields fyrr um dagin. Vit søgdu ja, og tí stóð tað okkum í boði at fáa kreppuhjálp, og eg eri glað fyri, at vit tóku av, hóast tað var seint. Brian, sum vit hava við okkum varð eisini avhoyrdur, tí hann hevði sæð brotsmannin, greiðir Sára frá í telefonini.

Eftir at hava fingið kreppuhjálp, sluppu tey øll heim til bróðurdóttur Svein Gullfoss, ið kom eftir teimum í Vanløse, og eftir ein sera langan, strævnan og hugtungan dag komu tey til Høje Taastrup umleið klokkan 24-24:30 í nátt, har tey fingu at eta og song at sova í.

– Vit hava øll sovið gott, men vit vaknaðu tíðliga. Vit merkja væl, at hendingin situr enn í kroppinum, men vit hava roynt at práta við børnini í allan dag um upplivingina í gjár, sigur Sára.

Ynskja at fáa fjarstøðu til hendingina
Uppruna ætlanin við túrinum var at fara til hondbóltskappingina, Partille Cup, í Svøríki, og tað er eisini har, at Sára Gullfoss, maðurin og børnini eru farin nú.

– Vit kenna tað á okkum, at vit hava eitt sindur hug at flýggja og fáa fjarstøðu til hesa hendingina, har vit kunnu fokusera upp á at vera saman við øðrum og hugsavna okkum um kappingina beint uttanfyri Gøteborg, sigur Sára avgjørd.

Hóast ætlanin við vitjanini í Fields var at fáa tað síðstu fyrireikingarnar av hondini við millum annað at keypa lætt klæðir at vera í, so er hetta als ikki nakað, sum upptekur tey nú.

– Nú taka vit tað bara sum tað kemur. Vit fara til Svøríkis og so keypa vit tað, ið vit mangla, har yviri.

Partille Cup er í døgunum frá 4. til 9. juli, og familjan Gullfoss kemur aftur til Føroya sama dag, sum kappingin endar, 9. juli.