Sarah fer aftur í ringin í mars

Sarah Mahfoud fer aftur í ringin tann 4. mars, tá altjóða boksistevna verður í Albertslund í Danmark. Hetta verður samstundis fyrsti dystur, síðan hon tapti fyri Amanda Serrano í Manchester í Onglandi tann 24. september í fjør

Sarah Mahfoud í boksidysti (Savnsmynd)
Sigurjón Einarsson
18. januar 2023 kl. 15:30

Hon misti síni belti í september í fjør, men hon legði tá doyðin við, at hon ætlaði sær at koma aftur upp á tindarnar skjótast gjørligt, Sarah Mahfoud.

Og nú er líkt til, at ferðin móti ovastu tindum innan boksiítróttina er byrjað, tí tann 4. mars í ár fer hálva vestmannakvinnan Sarah Mahfoud aftur í ringin, tá altjóða boksistevna verður í Albertslund í Danmark.

– Sarah Mahfoud er til reiðar at gerast heimsmeistari aftur í einum av teimum fýra boksisambondunum. Royndirnar og upplivingin í Manchester í fjør hevur givið henni enn meira blóð á tonnina, sigur Bettina Palle, ið nú stendur á odda at fyriskipa boksidystir, eftir at pápi hennara, Mogens Palle, doyði í august í fjør, í einum tíðindaskrivi.

Síðan Sarah Mahfoud gjørdist yrkisboksari í 2017, hevur hon boksað 12 dystir, har hon hevur vunnið 11 og tapt tann eina dystin.

Hóast hon tapti boksidystin fyri Amanda Serrano í fjør, so er Sarah Mahfoud mett til at vera best hjá IBF-boksisambandinum, og sum nummar tvey hjá WBC.

Hvørjum Sarah fer at boksa ímóti verður kunngjørt í næstum, sigur Bettina Palle í tíðindaskrivinum.