

Hetta skrivar Eystur Kommuna á facebook leygardagin. Sambært Eysturoyarportalinum vóru tað 21 hval sum løgdu beinini klokkan 10 leygarmorgunin.
Hvalirnir eru sleipaði á keiina á Norðagøtu har tað verður skorið upp.
Skjótt dráp
Tað var um átta tíðina í leygarmorgunin, at tað var boða frá grind. Smáar tveir tímar seinni, klokkan tíggju, legði hon beinini í Syðrugøtu. Talan var um umleið 25 hval.
Portal.fo skrivar, at fólk á staðnum siga at gekk drápið skjótt og væl, og fitt av fólki var á sandinum til drápið.
Sambært hagtalsgrunninum Heimabeiti.fo, er hetta sjeynda grindin sum verður hildin til í ár, har av tvær vóru døglingar, og ein springarar. Samstundis er hetta fyrsta grind sum verður hildin til í Gøtu síðan 21. septembur 2018.