

Kroatiska liðið, sum er komið til Føroya, legði harðliga út ímóti Føroyum og Rumenia, men hevur síðan víst veikleikar móti Ísrael á útivølli, Rumenia á útivølli og seinast móti Ísrael á heimavølli, har tær akkurát vunnu ein tættan fimm-settara.
Kroatia endar tó sum nummar tvey í bólkinum og kvalifiserar seg tí til endaspælið um evropeiska meistaraheitið. Dysturin í Føroyum í dag og dysturin millum Ísrael og Rumenia, sum eisini verður leiktur í dag, fáa ikki ávirkan á hetta.
Føroyska liðið hevur støðugt ment seg gjøgnum kappingina og hava til tíðir leikt við munandi størri sjálvsálitið enn tíðliga í kappingini. Tvey av settunum móti Rumenia á útivølli seinasta mikudag vístu hetta tíðiliga. Her var tað aftur Súsanna Sólrunardóttir Ludvig, sum skarðaði framúr í álopspartinum og blokkinum. Súsanna stóð sjálv fyri átta stigum til Føroyar hendan dystin.
Súsanna bleiv eisini av CEV vald til eitt av top 10 plays í 4. umfarið. Brotið sum varð valt sæst her: https://youtu.be/L-pzeZ_Ojl4
Dysturin í dag er klokkan 17 í høllini á Hálsi og dysturin sæst eisini á Televarpinum.