Seinastu fimm árini eru 17 føroyingar kannaðir í sambandi við kynsskifti

Nógv tey flestu eru kvinnur, sigur landsstýriskvinnan

Áki Bertholdsen
18. september 2023 kl. 09:59

Hesi seinastu fimm árini hevur Sjúkrahúsverkið ávíst 17 fólkum til útgreiningar í Danmark í sambandi við kynssamleikaviðurskifti, sum tey nevna tað. 

Tað sigur Margit Stóra, landsstýriskvinna í heilsumálum. Hon sigur, at tey verða ávíst til Center for kønsidentitet og í Keypmannahavn er tað ein depil undir Ríkissjúkrahúsinum. 

Tað er Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, sum hevur reist spurningin og í tí sambandi hevur hann spurt landsstýriskvinnuna, hvussu nógvir føroyingar eru sendir av landinum í sambandi við spurningar um kynsskifti.

Landsstýriskvinnan leggur dent á, at tey 17 fólkini eru send til útgreiningar, har endamálið er at finna útav, um viðgerð fyri kynsskifti er rætti vegurin at fara. 

Tað ber ikki til at siga, hvussu nógv av hesum eru farin í viðgerð, tí tað krevur, at Sjúkrahúsverkið fer at kanna hvørt einstakt mál. 

Men av tí at talan er um viðkvæmar upplýsingar og talið á teimum sum eru sett í viðgerð, er sera lágt. Sostatt kann verða lætt at eyðmerkja tey og tí verður ikki mett, at tað er lógarheimild at almannakunngera tílíkar upplýsingar, sigur landsstýriskvinnan.

– Tá ið fólk vilja skifta kyn er tað tí, at tey vilja broyta sítt kropsliga ella lívfrøðiliga kyn, so tað svarar til ta kynsfatan, tey hava av sær sjálvum. 

Tað vilja tey tí tey føla seg illa í sínum kropsliga ella lívfrøðiliga kyni. Og Sjúkrahúsverkið sigur, at tað eri fólk, sum føla seg illa í sínum kropsliga ella lívfrøðiliga kyni, sum verða send til útgreiningar og viðgerðar.

Í hesum sambandi verður kannað, hvussu nógv hetta ávirkar tann einstaka og síðani skal støða takast til um tað er grundarlag fyri medisinskari ella skurðviðgerð í sjúkrahúsverkinum. 

Somuleiðis verður dentur lagdur á at útgreina um tað eru sálarlig ella kropslig viðurskifti, sum tala ímóti eini viðgerð. 

Útgreiningin byrjar altíð við einari samrøðu. Útfrá samrøðuni verður mett um farast skal undir eina útgreining. 

Sjálv útgreiningin er 3 - 6 samrøður við ein serfrøðing. Prísurin fyri fyri hvørja samrøðu er einar 2.500 krónur, so í miðal er kostnaðurin fyri eina útgreining umleið 10.000 krónur, umframt ferð og uppihald.

Hetta merkir, at hesi seinastu fimm árini hevur tað kostað 170.000 krónir at útgreina hesi 17 fólkini, 

ella umleið 34.000 kr. um árið. 

Harumframt kemur kostnaður fyri ferð og uppihald og kostnað fyri viðgerð hjá teimum, har tað verður mett at fakligt grundarlag er fyri tí.

Talan er um fólk, sum vóru í aldrinum 18-34 ár, tá ið tey vóru til fyrstu viðtalu í sambandi við útgreiningina í Danmark. 

Umleið ein triðingur av fólkunum eru menn og tveir triðingar eru kvinnur, sigur Margit Stórá.