Sersjantur sekur í Black Lives Matter drápi fær 25 ára fongsulsrevsing

Amerikanski sersjanturin Daniel Perry skal vera handan rimar 25 árini

Ragnar Sjúrðarson
10. mai 2023 kl. 19:11

Daniel Perry bleiv í apríl dømdur sekur í drápinum av einum Black Lives Matter mótmælisfólki í 2020, har hann skeyt mótmælisfólki frá bili sínum. Hann hevur sjálvur sagt, at hann skeyt fyri at verja seg sjálvan, tí tann dripni var vápnaður.

Guvernørurin í Texas, Greg Abbot, segði eftir dómin, at hann ynskir at náða tann seka í drápinum.

-    Eg arbeiði so skjótt, sum lógin í Texas loyvir, við at náða sersjant Perry, skrivaði hann á Twitter í apríl.

Tað er sterka sjálverjulógin í Texas, sum guvernørurin Greg Abbott vil gera sært dalt av fyri at náða Daniel Perry, tí at sambært guvernørinum undirgrevur dómurin prinsippi um rættin at verja seg sjálvan.