Sement 2024: Vinn eitt pláss á SPOT Festivalinum

Høvuðsvinningurin á Sement 2024 verður at spæla á SPOT Festivalinum, sum er størsta showcase í Danmark

Tíðindaskriv
14. februar 2024 kl. 12:14

Høvuðsvinningurin á Sement 2024 verður at spæla á SPOT Festivalinum, sum er størsta showcase í Danmark.

- Vit royndu hetta seinasta ár, og tað riggaði ótrúliga væl. Vit hava altíð havt eitt ynski um at fáa føroyskan tónleik út í verðina, og SPOT Festivalurin er tað perfekta amboðið, sigur Hergeir Staksberg fyri- og samskipari av Sement.

- Við samstarvinum við FMX og SPOT, so er Sement farið frá at vera ein tónleikakapping til eisini at vera ein showcase. Og tað hevur altíð verið dreymurin at víðka Sement konseptið, so útlondini eisini sleppa at uppliva frálíka tónleikin í Føroyum, sigur Hergeir at enda.

LOPFJØL TIL ALTJÓÐA MARKNAÐIN

Glenn Larsen frá FMX er samdur við Hergeiri.

- Vit eru ótrúliga fegin um, at SPOT eisini er við í ár, sigur Glenn Larsen, leiðari hjá FMX. At hava størsta showcase festivalin í Danmark sum samstarvspartnara ger Sement enn meir aktuelt. Hetta er ein fantastiskur møguleiki at royna seg uttanfyri Føroyar, sigur Glenn Larsen.

SPOT GLEÐIR SEG TIL FØROYSKA ÍKASTIÐ

Tá vit spyrja stjóran hjá SPOT, Rikke Andersen, um nýggja samstarvið, svarar hon:

- Vi var glade for samarbejdet med Sement, der sidste år var med til at sætte bandet

Aggrasoppar på en af vores SPOT-scener. Det er derfor en fornøjelse at kunne gentage succesen til SPOT 2024, så vores publikum endnu engang kan få mulighed for at opleve en spændende færøsk artist, sigur Rikke Andersen, stjóri hjá SPOT.

Spot Festivalurin er 3. og 4. mai í Aarhus. Skráin er ein sunn blanding av tí besta og nýggjasta, sum Danmark og norðurlond hava at bjóða. Hetta er ein festivalur, sum gevur innlit í núverandi og komandi trend innan tónleikaheimin.

Tilmelding fer fram á https://torsgota.fo/sement/