Sement byrjar leygarkvøldið

Nú er kunngjørt hvørjir bólkar spæla í fyrsta umfari

Fríðmundur Nattestad
8. apríl 2024 kl. 15:30

Komandi leygarkvøld byrjar tónleikakappingin Sement, tá fyrsta umfar verður hildið í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn.

- Sement 2024 verður ein tónleikabuffét, har ongin fer svangur avstað. Alt týðir uppá, at føroyskt tónleikalív blomstrar. Og vit eru ótrúliga fegin um, at heili 10 spennandi bólkar luttaka í ár, skriva fyriskipararnir av Sement í tíðindaskrivi.

- Vit kunnu longu nú avdúka, at tónleikurin í ár verður deiliga fjølbroyttur. Vit hava alt frá hip hop og rokk til elektroniskan tónleik og singer songwriter. Luttakararnir eru bæði royndir og óroyndir. Eldri og yngri. Akkurát sum tað skal vera.

- Vit eru spent sum lítlar hønur! Og vit gleða okkum ekstremt nógv til leygarkvøldið 13. apríl, tá fyrsta umfar verður á Reinsarínum, siga fyriskipararnir.

Bólkarnir, sum spæla 13. apríl eru:

- Ókendir
- Attika
- Viðarr
- Jákup Eli
- Ingmar

Atgongumerki kunnu keypast á torsgota.fo. Tiltakið verður eisini víst í sjónvarpinum.