Semingsfólk er boðsent

Samráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og  tey fimm arbeiðarafeløgini eru slitnaðar, og semingsfólk er boðsent, soleiðis skrivar Havnar Arbeiðarafelag á heimasíðu sínari

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag (Mynd: Føroya Arbeiðarafelag)
Kristian Waag Dam
17. mai 2022 kl. 09:35

Samráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og  tey fimm arbeiðarafeløgini eru slitnaðar, og semingsfólk er boðsent, soleiðis skrivar Havnar Arbeiðarafelag á heimasíðu sínari.

Partarnir hava sitið við samráðingarborði í fleiri vikur nú, men uttan úrslit. Sáttmálin er longdir eitt samdøgur í fleiri umførum, men seinast varð sáttmálin longdur yvir vikuskiftið at vera galdandi til á midnátt mánakvøldið.

Samráðingar eru um sáttmálar fyri teir, sum vóru galdandi til 1. mai, men í gjárkvøldið slitnaðu samráðingarnar, og Semingsstovnurnin var boðsendur.

Sáttmálakrøvini vórðu latin inn hálvan mars, og fyrsti samráðingarfundurin varð tann 7. april.