Semjuskjal um heilsugransking og undirvísing undirskrivað

Landsstýriskvinnan í heilsumálum og landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum skrivaðu undir

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Fríðmundur Nattestad
12. apríl 2024 kl. 17:00

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hava skrivað undir semjuskjal um framhaldandi skipað samstarv um heilsugransking og undirvísing.

Hesum boðar Heilsumálaráðið frá í tíðindaskrivi í dag.

- Avtalan millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið um heilsugransking og undirvísing er ein av fortreytunum fyri, at Sjúkrahúsverkið kann gerast universitetssjúkrahús.

- Í fleiri ár hevur Landssjúkrahúsið verið útbúgvingarstaður, og samstarvsavtalur hava verið millum Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Í sambandi við, at umskipanir hava verið á heilsuøkinum, har Heilsugranskingareindin er sett á stovn, er tørvur á at gera nýggja samstarvsavtalu millum Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið.

- Í dag varð avtala undirskrivað, har landsstýrisfólkini eru samd um, at avtala skal gerast ímillum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið um samstarv viðvíkjandi heilsugransking, útbúgving og vitanardeiling v.m., skrivar Heilsumálaráðið.

Avtalan kann lesast her: Semjuskjal