Senatið samtykkir at forbjóða TikTok í USA

Um níggju mánaðir skal TikTok verða ólógligt í USA - um tað altso ikki verður selt til eina amerikanska fyritøku áðrenn.

Halgir Winther Nagata
24. apríl 2024 kl. 11:30

Um níggju mánaðir skal TikTok verða ólógligt í USA - um tað altso ikki verður selt til eina amerikanska fyritøku áðrenn. Tað skrivar The Washington Post.

Appin TikTok er blivin ein av heimsins mest vælumtóktu sosialu miðlum. Eisini í USA, har 170 milliónir brúka hana. Tað er kinesiska fyritøkan ByteDance sum eigur TikTok, og stjórnin í USA hevur í fleiri ár øtast um at persónligar upplýsingar hjá amerikanskum borgarum verða deildar við kinesisku stjórnina, sum hevur sterkt eftirlit við og ávirkan á fyritøkur í landinum.

TikTok hevur avvíst, at nakað tílíkt samband er við kinesisku stjórnina.

Lógin er samtykt bæði av umboðsmannatinginum og senatinum. Joe Biden, forseti, hevur sagt at hann vil undirskriva lógina. Væntast kann, at TikTok fer at bjóða lógini av gjøgnum rættarskipanina.