"Sera, sera, sera sannlíkt", at Donald Trump stillar upp í 2024

Donald Trump er í løtuni og rekur til amerikanska miðskeiðsvalið, og á veljarafundi í Iowa í gjár segði hann, at tað er sera sannlíkt, at hann stillar upp aftur í 2024

Mynd: Creative Commons
Steinar Patursson
4. november 2022 kl. 09:24

Tað gerst alsamt meira sannlíkt, at Donald Trump, fyrrverandi forseti í USA, fer at stilla upp aftur til forsetaval í 2024.

Donald Trump er í løtuni á valfer kring USA, har hann rekur fyri republikansku valevnini til miðskeiðsvalið, og á veljarafundi í Sioux City í Iowa greiddi hann fjøldini frá, at tað var ”sera, sera, sera sannlíkt”, at hann fór at stilla upp aftur í 2024.

Hóast Trump ikki er uppstillaður í valinum fyri framman, er talan kortini um eitt týdningarmikið val, tí ein triðingur av teimum 100 senatssessinum skulu veljast, umframt at allir sessirnir í amerikanska umboðsmannatinginum skulu mannast.

Á valfundinum í gjár treiv Donald Trump aftur í ógrundaðu ákærurnar um, at hann hevur verið offur fyri valsviki.

- Eg stillaði upp tvær ferðir. Eg vann tvær ferðir og hevði eitt nógv betri val aðru ferð enn fyrru ferð, tí eg fekk fleiri milliónir atkvøður fleiri í 2020 enn eg gjørdi í 2016, segði Donald Trump sambært BBC.

Donald Trump vísti eisini á, at hann hevði fingið fleiri atkvøður enn nakar sitandi forseti í amerikanskari søgu. Donald Trump fekk 72 milliónir atkvøður, sum er tað mesta, sum nakar sitandi forseti nakrantíð hevur fingið. Joe Biden fekk kortini 81 milliónir atkvøður.

Donald Trump gjørdi tí eisini greitt, at tað var sera sannlíkt, at hann fór at stilla upp aftur, fyri at gera USA succesfult, trygt og stórsligið.

- Sera skjótt. Gerið tykkum til reiðar, segði Donald Trump.